Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 5. mars vóru Mazda6 Sport við 2,5 litra bensinmotori við 170 hk, og Ford Focus Titanium við 1,6 litra dieselmotori við 109 hk.
Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur var Mazda6. Hesin nýggi er eyðkendur av sportligum designi, sportligum koyrieginleikum og kvaliteti og trygd á høgum støði, eins og allar trygdarskipanir eru innbygdar sum standard.
Innan er ein heilt nýggjur stílur, og allar funktiónir eru ergonomiskt rættar, soleiðis at bilurin kennist tryggur og góður at koyra. Stóra aksilfrástøðan gevur gott pláss hjá teimum ferðandi í bilinum. Bilurin er rúmligur og viðførisrúmið er 504 litrar.
Mazda6 verða gjørdir sum sedan, hatchback og stationcar.
Mazda6 fæst eisini við hesum bensinmotorum: 1,8 litra við 120 hk og 2,0 litra við 147 hk. Bilurin sum varð royndarkoyrdur, ein 2,5 litra við 170 hk bensinmotori og kostar kr. 348.000.
Mazda6 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 266.000.
Ford Focus
Seinni bilurin var ein Ford Focus Titanium 1,6 TDCi við 109 hk. Hesin er faclift útgávan av tí Focus, sum kom á marknaðin í 2005.
Ford Focus hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu bilum yvirhøvur.
Teir eru bygdir yvir sama plattform sum t.d. Volvo S40 og Mazda3 og fáast
í nógvum ymiskum útgávum: hatchback við 3 og 5 hurðum, sedan, stationcar og coupé cabriolet.
Focus eru kendir fyri sínar góðu og tryggu koyrieginleikar og fyri hava eina av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bilinum.
Focus fæst í nógvum ymiskum útgávum og við hesum bensinmotorum: 1,4i við 80 hk, 1,6i við 100 hk, 1,8i FF við 125 hk og 2,5i við 225 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,6 TDCi við 109 hk, 2,0 TDCi við 110 hk og 2,0 TDCi við 136 hk.
Hesin Focus Titanium 1,6 TDCi við 109 hk kostar kr. 308.800. Focus kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. Prísirnir byrja við 211.600 krónum.
mg