MB-Bussar koyra framsýnarar og gestir

Koyrt verður av Hotel Føroyum oman í býin og niðan á Sandvíkarhjalla hvønn heilan tíma og omanaftur trý korter í hvønn fullan tíma

NAFF-koyring

Tað verður gott bussamband í høvuðsstaðnum, nú North Atlantic Fish Fair fer av bakkastokki í morgun.
Mouritsens Bussar fara at taka sær av koyringini.
- Tríggir bussar fara niðan á Sandvíkarhjalla hvønn morgun klokkan 9.30, og somuleiðis fara tríggir bussar omanaftur av Sandvíkarhjalla, tá ið stevnan endar um dagarnar.
Magni Mouritsen sigur, at koyrt verður av Hotel Føroyum, oman á Hotel Sjómansheimið, Hotel Hafnia, Farstøðina og síðan niðan á Sandvíkarhjalla.
- Hvønn heilan tíma verður koyrt hesa somu rutu, og klokkan trý korter í hvønn fulla tíma verður so koyrt omanaftur av framsýningarøkinum.
Tað er tó bara um morgunin, og tá ið framsýningin letur aftur um 17-tíðina, at koyrt verður samstundis við trimum bussum.
- Kostnaðurin fyri hvønn túrin verður 20 krónur, sigur Magni Mouritsen.