Um vikuskiftið gjørdist greitt, at MB komandi kappingarár aftur verður partur av næstfremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Fyri miðvingar er talan um eina sólskinssøgu, tí fyri tveimum árum síðani leikti besta liðið hjá MB í 3.deild.
Men síðani fyrrverandi málrevurin Súni Fríði Barbá fyri gott og væl trimum árum síðani tók yvir sum venjari í MB, hevur gingið støðugt framá, og krúnan á verkinum er nú tann, at felagið hevur tryggjað sær uppflyting til næstbestu deildina komandi kappingarár.
Hóast MB longu hevur tryggjað sær uppflytingina, so eru tað tó framvegis tríggir dystir eftir at leika í 2.deild. Hini liðini, ið kappast um uppflyting eru B71 og Giza/Hoyvík. Har má B71 tó metast sum ein favorittur, tí árstalsfelagið á Sandi er 4 stig frammanfyri Giza/Hoyvík.