Stuðulstiltak
Áhugafelagið hjá Miðvágs Bóltfelag fer sunnukvøldið at skipa fyri árliga eydnuhjólinum í bygdarskúlanum í Miðvági. Ágóðin av tiltakinum fer til viðlíkahald av felagshúsinum og fótbóltsvøllinum, sigur áhugafelagið í tíðindaskrivi.
Landskendi trubadururin úr Miðvági, Sámal Ravnsfjall, fer at seta hol á tiltakið, tá hann frá klokkan 19.00 fer at syngja og spæla í ein hálvan tíma ella so. Hvør veit, um ikki onkur lokalur, sum eitt nú Húsabrekku blues, eisini verður at hoyra? Og hvør veit um ikki eisini hin um Sigmund, sum endaði í pylsuni, og tann legendariska trappan hjá Lenu vera við?
Tað er tó ikki bara við eydnuhjólið, fólk hava høvi at seta pengar til og summi at vinna okkurt afturfyri. Eisini verða lutaseðlar seldir, siga tey í áhugafelagnum. Vinningarnar har vera millum annað 500 litrar av olju, føroysk krov, lundar, sodavatn og annað, siga tey frá í tíðindaskrivinum.
Eydnuhjólkið hjá Áhugafelagnum hjá MB er vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum í fleiri ár hevur fingið góðan stuðul frá bygdarfólkinum, siga tey.