FRAMLEIÐSLA
Tað ber illa til at skriva um føroyska framleiðslu uttan eisini at nevna mjólkarframleiðslu, sum er aldargomul vinna í Føroyum.
Nevndarformaður í lutafelagnum MBM, Mjólkarvirki Búnaðarmanna, er sandoyingurin, Poul Klementsen, sum umframt at reka garð á Sandi, eisini hevur koyrt mjólkarbil hjá MBM í út við 27 ár.
Tá hann byrjaði at koyra mjólkarbil, vóru umleið 35 mjólkarframleiðarar í Sandoynni. Í dag eru seks framleiðarar eftir, men hesir seks framleiða nógv meiri mjólk, enn teir 35 í sínari tíð høvdu tilsamans.
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna hevur eina framleiðsludeild og eina søludeild, og umsetningur felagsins liggur omanfyri 100 miljónir krónur um árið.
Á heimasíðu felagsins sæst, at søluinntøkurnar hjá MBM í 2007 vóru 102,1 miljónir krónur. Felagið tók hetta árið ímóti 7.272 tonsum av mólk frá tilsamans 40 mjólkarframleiðarum.
Drekka minni
Poul Klementsen sigur, at mjólkarframleiðslan í Føroyum er rímiliga støðug, eins og umsetningurin hjá MBM liggur um góðar 100 miljónir krónur um árið. Hinvegin er talið av framleiðarum støðugt minkandi, men higartil hava aðrir bøndur, sum eru virknir, keypt kvoturnar, soleiðis at framleiðslan soleiðis hevur hildið sær uppi.
- Meðan MBM hevði 40 veitarar í 2007, hevur lutafelagið í dag bert smáar 30 veitarar, men heildarkvotan er hin sama, sigur hann.
Nevndarformaðurin í MBM veit at siga, at føroyingar drekka heldur minni mjólk í dag, enn fyri fáum árum síðan.
- Vit kenna tølini fyri innflutningin av mjólk, og vit kenna okkara tøl. Tí kunnu vit siga, at hóast fólkatalið í Føroyum hevur verið veksandi, hevur samlaða sølan av mjólk ikki verið veksandi.
Poul Klementsen heldur, at truplu tíðirnar í Føroyum seinnu árini hava havt sína ávirkan á søluna av mjólk.
- Fólk kenna tað ivaleyst, sum mjólk eins og aðrar vørur er ov dýr bara at drekka. Tey hugsa ivaleyst meiri um, at børnini kunnu drekka mjólkina, meðan tey vaksnu í størri mun drekka vatn. Hetta kann eg tó ikki siga við vissu, men ábendingar eru um, at so er, leggur hann aftrat.
Tann, sum selir mjólkina og soleiðis skal liva av tí, sum henda framleiðsla gevur, heldur ikki, at nógv liggur eftir, nú eisini umstøðurnar hjá bøndrunum eru vorðnar tyngri og truplari.
- Eins og tað er vorðið dýrari hjá okkum, sum eru bøndur, er gerandisdagurin eisini vorðið dýrari hjá fólkinum. Fólk skera upp á alt, sum skerast kann, og soleiðis er heldur eingin vøkstur í søluni av mjólk, sigur nevndarformaðurin í MBM.
Lítið lønandi
Poul Klementsen ásannar, at tað er vorðið truplari og truplari at vera bóndi, sum árini eru liðin.
- Rávøra sum kunsttøð er vorðin dýrari, olja og amboð eru dýrari, tryggingar eru dýrari, og størri krøv eru til roknskapir, sum soleiðis eisini vera dýrari.
Hann vísir á, at tað liggur so lítið eftir hjá mjólkarbøndrum, at ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ómøguligt – er at fáa lønandi vinnu úr landbúnaði.
- Ein av teimum stóru trupulleikunum er, at bøndur hava ikki ráð til at betra um sínar arbeiðsumstøður, og tað er at kalla óhugsandi, at ráð eru til at byggja nýggj og meiri tíðarhóskandi fjós. Avleiðingin kann vera, at tá bøndur ikki tíma meiri, er eingin, sum hevur umstøður at keypa kvoturnar hjá tí, sum gevst. Hetta kann í síðsta enda gera, at mjólkarframleiðslan fer at minka.
Poul Klementsen heldur hesa gongd vera stórt spell, nú Føroyar annars eru sjálvforsýnaðar við mjólk og mjólkarvørum.
- Arbeiðsdagurin hjá einum bónda er einar 14 tímar um døgnið. Vit hava roknað upp á, hvør tímalønin er og eru komnir til, at hon hjá einum rímiliga væl riknum brúki liggur um einar 32 og 37 krónur. Hetta er ikki nakað, tú kanst bjóða nøkrum í dag. Hvør tímir at hava eina slíka inntøku og samstundis lukta av fjósi og kríatúrum hvønn dag, spyr nevndarformaðurin í MBM.
Hann heldur, at landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, hevur nógv góð hugskot um, hvussu betrast kann um viðurskiftini hjá landbúnaðinum, men lítið bendir á, at hugskotini hjá honum vinna frama í politisku skipanini.
Ein sólskinssøga
Poul Klementsen heldur, at Mjólkarvirkið Búnaðarmanna er ein sólskinssøga við øllum sínum framleiðslum innan mjólk og mjólkarvørur í breiðari merking, men hann harmast samstundis um, at viðurskiftini hjá føroyskum landbúnaði ikki vinna meiri forstáilsi í politisku skipanini.
Í prátinum, Sosialurin hevði við formannin í MBM týskvøldið, vóru vit eisini inni á stuðulsskipanini í landbúnaðinum, og her heldur formaðurin í lutafelagnum, at skipanini eigur at broytast, soleiðis at vinnan kann kenna seg tryggari við umstøðurnar, og soleiðis kann leggja langtíðarætlanir, sum ikki eru tengdar at, hvør ræður á økinum í politisku skipanini – í skiftandi tíðum.