Sum vant er tað Føroya MC, ið skipar túrinum á vári, meðan tað er Føroya Ellisakfar, ið skipar fyri honum á heysti. Hesir báðir túrarnir plaga at markera ávíkavist byrjanina og endan á motorsúkkluárinum, og plaga at vera sera hugnaligir.
Møtt verður á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl. 10 til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Einar 100 motorsúkklur plaga at vera við á túrinum, og um 11-tíðina byrjar felagstúrurin. Koyrt verður fyrst ein túr runt í Havn, og síðani gongur leiðin norður eftir Sundalagnum. Steðgað verður eina løtu við Shellstøðina við Streymin, og eftir ein lítlan steðg, gongur leiðin norður til Eiðis, upp um Eiðisskarð, til Funningsfjørð, og suður aftur gjøgnum Sundalagið. Koyrt verður síðani gjøgnum undirsjóvartunnilin til Vágar og til Sørvágs, har vent verður. Við Vága kunningarstovu í Miðvági verður ein langur steðgur.
Á kunningarstovuni fæst kaffi og tílíkt, og ymiskar kappingar verða á staðnum, sum t.d. togtogan, slalomkoyring og sniglakoyring, har vinnarin fær eitt steyp handað.
Kl. 19 verður veitsla í felagshúsinum á Velbastaðvegnum í Havn. Tilmelding til veitsluna á tlf. 211072, áðrenn mikudagin 30. apríl. Øll eru vælkomin.