MC-Boogie til Klaksvíkar

Leygardagin verður árligi felagstúrurin hjá MC-Boogie, ið er felagsskapurin fyri øll motorsúkkluáhugað í Føroyum.
Klokkan 10 savnast ferðalagið við Shellstøðina við Ringvegin í Havn, og síðani verður leiðin løgd norðureftir. Kósin gongur fyrst til bátastevnuna á Toftum, áðrenn farið verður víðari gjøgnun undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar.
Meira kunning er annars um tiltakið á heimasíðuni, www.foroya-mc.fo.