MC-Hár á heimavølli

Ein av bólkunum, sum verður við í Futt í býin, er MC-Hár Tað eru 17 ár síðan MC-Hár fyrstu ferð spældi á ólavsøkukonsertini 27. juli. Henda fyrsta ólavsøkuframførslan var á bingjuplássinum á eystarukaj, har konsertin húsaðist tá. Framførslan vísti, at her var talan um ein heilt serliga svakan bólk. Pallshowið taldi millum annað Deyðan við líggja, ein brendan gittar, ein uppblástan grindahval, og ein væl yngri Týr oddamann, ið sat á pallinum og læs avís alla konsertina.

Sjónvarp Føroya festi partar av konsertini á band, og gjørdi samrøðu við limir í bólkinum. Tá hetta um ólavsøkuna varð víst í sjónvarpinum, fekk táverðandi Barlast gittarleikarin Niclas Johannesen íblástur til at skriva niðurlagið í lagnum Morguntúr:

?Komið vár

gráir dagar fáa lit

MC-Hár gongur framvegis uttan vit?.

Hetta niðurlag varð upprunin til heitið á fløguni ?Framvegis uttan vit? hjá MC-Hár. Í ár verður 8. framførslan á ólavsøkukonsertini hjá bólkinum, ið metir hesa konsert sum sín heimavøll.

MC-Hár vístu á konsert síni við Múrin, at bólkurin hóast høgan aldur er í toppformi.

Fakta um MC-Hár

www.myspace.com/innher

Manning:

Rapp: Niels Uni Dam

Sang og gittar: Rókur Jákupsson Jakobsen

Sang og keyboards: Tróndur Bogason

Gittar og róp: Jónas Bloch Danielsen

Gittar og sang: Jens Virgar Jakobsen

Bassur: Heri Reynheim

Trummir: Rani Hammershaimb Christiansen

Útgávur:

Framvegis uttan vit, 1998

Burn me (EP), 1999

Savns- og konsertfløgur:

Rock í Føroyum

Prix Føroyar 1999

Tutl 25 ár live

Prix Krem

Hæsta Hendin ? Botninn Upp