MC-Hár í TB-Húsinum

KONSERT
Tíðindaskriv

Leygarkvøldið fara MC-Hár á pallin í TB-húsinum fyrstu ferð nakrantíð.
Teir níggju menninir, sum mynda bólkin, hava vant hart seinasta mánaðin.
Konsertin leygarkvøldið verður triðja og seinasta konsertin í summar, og hevur bólkurin higartil spælt fyri næstan 4.000 áskoðarum.
Konsertirnar á G-Festivalinum og Ólavsøkukonsertini, hava verið stak væleydnaðar og MC-Hár eru í topptrening.
? Vit gleða okkum sum smábørn til leygarkvøldið, tí MC-Hár elskar suðuroyingar, siga teir, Eyðun, Rókur, Allan, Niels Uni, Jónas, Jens, Brynjolfur, Heri og Rani.