Vágatunnilin
Vágar:Marjus Dam er farin at koyra á motorsúkklu. Men tað er ikki fyri at spara bummpengar í Vágatunlinum, leggur hann dent á.
Tað hevur verið skemtað dúgliga við, at løgtingsmaðurin hevur fingið sær motorsúkklu, eftir at tað gjørdist greitt, at motorsúkklur ikki skulu gjalda fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin.
Jú, hasa søguna hevur Marjus Dam eisini sjálvur hoyrt, og hann hevði væntað hana, sigur hann.
Men søgan er nú kortini heldur øðrvísi, greiðir hann frá.
?Tað er ein gamal dreymur, eg havi havt, síðan eg var eini 17-18 ára gamal, at eg skuldi hava eina motorsúkklu. Í summar, tá tað var greitt, at tunnilin fór at gerast veruleiki, gjørdi eg av at keypa eina motorsúkklu, sigur hann, og leggur aftur at, at hann veruliga vónaði, tá prísirnir fyri ferðslu gjøgnum Vágatunnmilin komu fram, at tað eisini fór at kosta nakað fyri motorsúkklur. Júst fyri at sleppa undan nøkrum tosi um, at hann vildi koyra fyri einki.
Marjus Dam sigur, at hann keypti e na 10 ára gamal súkklu, sum er mestsum ein japansk eftirgerða av eini Harley Davidson, og at hann hevur koyrt við henni í summar og í heyst.
?Tað vísir seg, at børnini eru eisini áhugað í henni, so tað er ein stuttleiki at hava hana í húsinum, tá fleiri vilja brúka hana.
Nú vetur er, stendur hon inni, sigur Marjus Dam, men týsdagin var hon kortini tikin fram í samband við, at Vágatunnilin varð latin upp.
Hann koyrdi við súkkluni í einum motorsúkklufylgi, sum fór ígjøgnum tunnilin. Fremstur í tí fylginum var tann 82 ára gamli Sverri Mortensen av Argjum á eini súkklu frá 1939.
Marjus Dam var ikki einsamallur á motorsúkklu síni hendan dagin. Við sær hevði hann 12 ára gamla sonin, sum eisini er áhugaður í súkkluni hjá pápanum.