Paul Robinson hevur havt nakrar sera óhepnar málmansvillur í EM-undankappingini. Serliga er tað heilkiksarin á útivølli ímóti Kroatia, sum stendur í minninum. Bólturin bleiv lagdur aftur til Robinson, sum skuldi skjóta hann út í spælið aftur. Men hann gjørdi ein ordiligan ?luftbólt?, og bólturin trillaði inn í tað tóma enska málið. Ongland tapti tann dystin 2-0. Ì øðrum dystum hevur Robinson heldur ikki verið tann tryggi aftasti skansin. Tí slapp Scott Carson at verja málið í vinardystinum ímóti Eysturríki, í Wien leygarkvøldið. Carson hevur ikki líka nógvar altjóða royndir, sum Robinson. Men nú frættist, at Robinson aftur hevur gjørt fleiri málmansdropp undir venjingunum hjá enska landsliðnum seinastu dagarnar. Arsenal-venjarin; Arsene Wenger væntar, at Ongland fer at spæla við einari 4-5-1 leikskipan har Crouch verður tann einsamalli áleyparin. 1 stig er nóg mikið fyri Ongland, og tað stigið skal so ikki gleppa Ongland úr hondum. Gamli kroatiski stórleikarin; Davor Suker sigur, at kroatisku leikarnir fara at gera ein eyka innsats tá teir eru komnir inn á tann mest víðagitna leikvøllin í heiminum, Wembley. Ongland og Kroatia leiktu 0-0 í einum vinardysti á gamla Wembley, tað var í 1996.