Meðan bíðað verður eftir 17. ma

Eftir øllum at døma verður stórur áhugi fyri at vera við í fyrstu oljuleitingini við Føroyar. Men spurningurin er, hvussu klárir føroyskir umhvørvis- og tilbúgvingarmyndugleikar eru til hesa nýggju og stóru avbjóðing!

Analysa

og bakgrund


Jan Müller


Um somu tíð sum danskir fólkatingslimir umrøða framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og brúka stóran part av talutíðini til at umrøða framtíðar oljuinntøkur frá føroysku undirgrundini, fyrireika oljufeløgini seg til fyrstu leitingina. Nú er hálvur annar mánaði, til umsóknirnar skulu vera Oljumálastýrinum í hendi.

Danska sjónvarpsrásin TV 2 hevur júst verið í Føroyum og gjørt nógv burtur úr komandi føroyska oljuævintýrinum, sum tað alsamt oftari verður nevnt, hóast enn eingin við vissu veit, um olja finst og í so stórum nøgdum, at tað kann løna seg at taka hana upp. Men TV 2 hevur so fingið tað burtur úr samrøðunum við oljufeløg og føroyskar myndugleikar, at tað helst finnast stórar goymslur av olju í føroysku undirgrundini. Og tað er greitt, at danskir politikarar, havandi í huga avtaluna teir gjørdu við Noreg á sinni, og sum tryggjaði norðmonnum risastór oljufelt, nú bráddliga eru við at rakna við kaldan dreym og spyrja seg sjálvar, um søgan er við at endurtaka seg. Eru teir uttan at vita av tí við at sleppa Føroyum og harvið stórum oljuinntøkum av hondum? Í hesum sambandi eiga teir tó at eisini at gera sær greitt, at danska stjórnin longu hevur latið Føroyum rættin til framtíðar oljuinntøkur. Við tí undantaki at framtíðar oljuinntøkur skulu dragast frá í blokkstuðulinum, sum varð avtalað um somu tíð, sum undirgrundin kom á føroyskar hendur.


Stórur aktivitetur

Men flyta vit okkum nú burtur frá Christiansborg og fara at eygleiða tær fyrireikingar, sum nú verða gjørdar til fyrstu leitingina, so hendir nógv á tí økinum.

Oljufeløgini hava ikki ov mikið av tíð til at finna samstarvspartnarar, fáa grønt ljós til fígging av komandi boringum og at orða umsóknirnar og her ikki minst at seta upp arbeiðsskráir, sum eru so mikið áhugaverdar og umfevnandi, at tær kunnu tryggja teimum loyvi, tá avtornar.

Frá føroyskari síðu hevur tað alstóran týdning, at so mong oljufeløg sum gjørligt lata umsókn inn. Tí tess fleiri eru við í eini komandi leiting, tess størri møguleiki er at fáa eina umfatandi leiting í øllum ella stórum parti av økinum, sum er boðið út. Og tess fleiri bora eftir olju, tess størri er møguleikin at finna olju, og verður olja funnin rættiliga skjótt, fær tað so uppaftur sera stóran týdning fyri áhugan fyri eini komandi 2. útbjóðing, sum í nógv størri mun kemur at liggja longur inni á landgrunninum við tjúkkum basaltfláum, og har tað møguliga, uttan at vit vita tað í dag, kunnu liggja stórir strukturar/olju-felt, men sum núverandi seismiska tøknin ikki hevur kunnað avdúkað enn.

Um vit ímynda okkum, at áhugin verður lítil fyri at leita frá byrjan, so kunnu vit risikera, at tað fara at ganga mong mong ár, áðrenn oljufeløg taka stigið til at seta borin í basaltið inni á landgrunninum. Harvið fáa vit ikki kannað størsta partin av undirgrundini.


Hørð kapping

Men mangt, fyri ikki at siga alt, talar fyri, at áhugin fyri at bjóða verður stórur. Vit hava longu frætt, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP Amoco ætlar at seta full segl móti landgrunninum, og eisini hava fleiri bólkar longu sagt seg fara at bjóða.

Bólkarnir, sum uttan iva vera við í kappingini um loyvini eru m.a. The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni - Texaco bólkurin við Texaco, Conoco og Murphey og ?Saga? bólkurin við Saga Føroyar (sum Norsk Hydro eigur), Total Fina Elf (sum er eitt felag) og Anadarko. Aftrat hesum eru so eisini smærri sokallaðir bólkar og restir av gomlum bólkum, eitt nú Agip og Marathon - Statoil og Enterprice - Mærsk Olie og Gas og Veba Oil og Esso og Mobil, sum eru løgd saman til Exxon Mobil. Eisini hava vit so hitt føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni, sum hevur samstarv við Sagex í Noregi og Dana í Bretlandi.

Talan er her um ikki færri enn 19 oljufeløg, harav tvey eru føroysk. Stóri spurningurin í dag er, hvussu tey einstøku oljufeløgini, sum ikki eru skipað í størri bólkum, fara at skipa seg: um fleiri feløg skipa seg í bólkar, um feløg fara at søkja einsamøll ella um feløg kanska fara at taka seg úr økinum, eins og nøkur longu hava gjørt, eitt nú Shell og Lasmo.

Helst verður talan einar 5-6 bólkar við 3 til 4 feløgum í hvørjum, sum fara at søkja um leitiloyvi, og tað kann væl henda, at hesir bólkar fara at lata inn tvær ella tríggjar umsóknir hvør, soleiðis at samlaða talið av umsóknum verður einar 12 til 15. Hetta skilur blaðið er nakað, sum føroyskir oljumyndugleikar meta sum eitt gott úrslit av tí fyrstu útbjóðingini.

So er tað sjálvandi spurningurin, hvussu mong loyvi verða givin. Tað er greitt, at øll oljufeløgini ella bólkarnir fara neyvan at fáa loyvi at fara undir leiting, í hvussu so er verður sera sera stór kapping um teigarnar í landssynningshorninum tætt upp at teimum verandi oljufeltunum á bretskum øki.


Gullteigarnir

Stóri spurningurin er, hvussu nógv oljufeløg ella bólkar fáa bitar av hesum sokallaðu ?Gullteigunum?. BP Amoco er operatørur fyri feltunum, sum liggja nærhendis og tí má roknast við, at felagið hevur rættiliga stórar vónir til nettup hesi øki. Men tað hava hini feløgini eisini. Og tey meta seg uttan iva at sita inni við eins nógvari vitan um undirgrundina júst í hesum økinum. Spurningurin er so, hvat feløgini ella bólkarnir vilja binda seg til fyri at fáa hendur í teir bestu teigarnar! Hugsast kann at føroyskir oljumyndugleikar møguliga vilja premiera feløg/bólkar, sum afturfyri at fáa part av Gullteigunum binda seg til umfevnandi boriskráir sum eisini fevna um boring inni á landgrunninum, har basaltið er tjúkt.

Soleiðis sum oljufyrisitingin hevur arbeitt við útbjóðing og øllum oljumálinum higartil er neyvan nakað ivi um, at tað fer ikki at verða gjørdur munur á umsøkjarunum. Kriteriini fyri at geva loyvi verða gjørd út frá saklingum og objektivum fortreytum. Tí verður helst talan um eina fullkomiliga opna kapping, har øll hava somu møguleikar, og slík mannagongd tænir so eisini málinum, tí hon ger, at oljufeløg halda viðgerðaina vera fair.


Enn manglar

Hóast tað sýnist at ganga tann rætta vegin, nú vit nærkast 17. mai, tá umsóknirnar skulu vera latnar inn, so eru tó fleiri ivamál. Og hesi snúgva seg fyrst og fremst um tilbúgving og umhvørvisspurningar. Tað hevur verið víst á, at Føroyar eru ikki klárar til eina oljuleiting, og at vit heldur ikki verða tað til á heysti ár 2001, tá oljufeløg ætla sær at bora. Her er talan um uppgávur, sum føroyskir myndugleikar sjálvir eiga at fáa uppá pláss. M.a. vilja oljufeløgini hava greitt at vita, hvørjar umhvørvisligar reglur galda fyri komandi boriøki umframt at tey eisini krevja at hava eina tilbúgving, sum er ein sera týðandi partur av eini oljuleiting.

Eftir tí sum skilst, so eru vit enn ikki komnir á mál hesum viðvíkjandi, og tíðin gongur. Her er tað so upp til føroyskar myndugleikar, og her ikki minst játtandi myndugleikarnar til at seta teir pengar av, sum eru neyðugir til tess at kunna tryggja umhvørvi ol. Tað eru vit sjálvi, sum mugu gera oljufeløgunum greitt, hvørjum umhvørvisligum forskriftum tey skulu arbeiða eftir inni á føroyska landgrunninum. Tað er greitt, at fáast hesi viðurskiftini ikki í rætt lag skjótt, so kann væl henda, at eingin boring verður fyrr enn í ár 2002, og tá er so aftur spurningurin, um vit kunnu fasthalda áhugan hjá øllum av teimum feløgum, sum vísa áhuga í løtuni.


Greenpeace

Ein spurningur, sum før-oyskir myndugleikar eisini mugu til at fyrireika seg til, er, hvussu vit ætla at fyrihalda okkum til møgulig átøk frá Greenpeace, sum tykist hava sett eina herferð í gongd móti nýggjari oljuleiting á øllum Atlantsmótinum, ið vit eisini eru partur av. Spurningurin er bara, nær tiltøk frá Greenpeace eisini fara at fevna um okkara øki. Tað skilst, at føroyski løgreglumyndugleikar eru við at fyrireika seg til slíkar uppgávur.

Altavgerandi í framhaldandi útviklinginum er, at fólkið á almennu stovnunum, sum hava tilknýti til komandi oljuútvikling, gera okkara játtandi myndugleikum greitt, hvussu stór orka er neyðug til tess at tryggja ein sunnan og skilagóðan útvikling frá nú av. Tað er lítil dugur í fyrst at leggja stóra orku í at fáa altjóða oljuverðina at gera milliardaíløgur í boring á landgrunninum, um vit um somu tíð ikki hava gjørt okkara heimaarbeiði á økjum, sum eru lívsneyðug og avgerandi fyri komandi virksemi, og sum nettupp eru ein fyritreyt fyri, at tað í heila takið kann borast.

Tað hevði tí verið áhugavert í komandi tíð at fingið greiðu á, hvar vit standa, tá talan er um at gera okkara part av fyrireikingunum til komandi leiting, her ikki minst á tí umhvørvisliga økinum. Havandi í huga lítlu virðing ella áhuga okkara fyri nettup umhvørismálum, eitt nú í alivinnuni, gevur tað ikki ov góðar vónir til umhvørvisligu fyrireikingarnar til komandi oljuleiting. Men kanska myndugleikarnir eru varuguir við hetta og nú seta fulla ferð á at loysa upp fyri hesum, soleiðis at ætlanin hjá landsstýrinum at fáa í gongd eina leiting, verður til nakað.