Oljuráðstevna
Hóast tað gongur spakuliga við leitingini á landgrunninum og hóast úrslitini hava verið í lakara lagi, so hava hvørki oljufeløg ella myndugleikar mist trúnna uppá at gera lønandi oljufund á økinum. Kortini er avgjørt ikki at gera eins nógv burtur úr oljuráðstevnuni hesaferð sum seinast. Hon varir bara í ein dag.
Á skránni verður millum annað:
- Status frá Oljumálaráðnum og oljufyristøðufeløgunum í Føroyum
- Møguleikar at finna olju á føroyskum øki í framtíðini og næsta loyvisrunda
- Royndir í Norður Norra, millum annað royndir at fáa størri part av
oljuvinnuni norðureftir
- Hvat eru pengar til førleikamenning millum annað brúktir til
- Og annað
Fyri aðru ferð er tað Oljuvinnufelagið, sum stendur fyri oljuráðstevnuni.
Oljumálaráðið og FOIB (oljufyristøðufeløgini í Føroyum) hava tó stóran
leiklut í at seta skránna saman.
Øll hava møguleika at vera við til ráðstevnuna, sum tó ikki er ókeypis. Tað ber til at fáa tilmeldingarblað frá Vinnuhúsinum og tað ber til at melda seg til Offshore Faroes 2002 beinleiðis umvegis heimasíðuna www.industry.fo. SÍÐSTA FREIST at melda seg er 20. NOVEMBER.
Prísurin fyri at luttaka er 1000 krónur. Fyri limir í Oljuvinnufelagnum er
prísurin 750 krónur. Verður meldað til seinni enn 20. november er prísurin
hægri.
Í sambandi við oljuráðstevnuna gevur Tíðindablaðið Sosialurin út eitt
serblað um oljuvinnu. Blaðið kemur út sama dag, 4. desember sum partur av vanliga blaðnum.