Meðan bíðað verður eftir oljuni: Royna at brúka bíðitíð skilagott

Herfyri varð Eyðun Elttør, landsstýris-maður í oljumálum á kunningarferð í Bretlandi. Har hevði hann m.a. fundir við fleiri oljufeløg. 2. útbjóðing stendur fyri framman, og skal støða takast til 9 ára loyvini eisini

Fyrst og fremst fiskivinnan og harnæst alivinnan eru ryggurin í føroyska búskapinum. Men hvussu bleiv við tí triðja búskaparliga beininum, oljuni, sum skuldi vera við til at tryggja okkum eina framtíð og møguliga eisini gera okkum før fyri at standa á egnum beinum spyrja helst mong undrandi í dag. Ella kanska er tað so, at tey fægstu seta henda spurningin, nú tey hava vant seg við, at oljan ikki longur setur dagskránna ella eigur tær stóru yvirskiftirnar í fjølmiðlunum meira. Er oljuævintýrið, sum so nógv varð tosað og skrivað um í 90-unum, bara ein hvørvisjón, "wishfull thinking" uttan ítøkiligt innihald ella framtíð?
Og hvussu tá við teimum mongu fólkunum, sum sett eru at skapa okkum eitt trygt grundarlag undir framhaldandi leiting og vónandi eisini eini virðismiklari framleiðslu!
Eftir øllum at døma verður nú "bíðað" eftir Agip og Føroya Kolvetni. Feløgini, sum skulu fara undir 4. boringina á føroyska landgrunninum um góðar tríggjar mánaðir. Men innan fyri múrarnar í Oljumálaráðnum, sum nú eisini hevur útjaðarauppgávur at røkja umframt umhvørvi og olju, eru tey so smátt farin at fyrireika seg til enn eina oljuútbjóðing. Uppskot til slíka útbjóðing skal fyrireikast væl og leggjast fyri tingið til umrøðu og góðkenningar, áðrenn oljufeløg aftur kunnu fyrireika nýggjar boringar.
Ein partur av hesi fyrireiking eru fundir og samrøður við stovnar, myndugleikar og feløg umframt at fylgja við í øllum tí, sum fer fram innan oljuvinnuna og her ikki minst í granna-landi okkara Bretlandi.
Tað var tí eisini ein hugagóður landsstýrismaður í oljumálum, sum saman við sínum aðalstjóra herfyri fór til Bretlands at hitta umboð fyri oljufeløg um somu tíð sum altjóða oljuráðstevna varð hildin í býnum.
Umframt at greiða føroyingum í Bretlandi frá oljutilgongdini høvdu Eyðun Elttør og Herálvur Joensen eisini høvi at hitta umboð fyri oljufeløg, sum eru virkin á føroyaøkinum, teirra millum Anadarko, Amerada Hess og Agip, sum nú leggur síðstu hond á sína fyrstu boring. Nógv virksemi er eisini hjá Agip í aðrar mátar og hava umboð fyri føroyska vinnu í seinastuni vitjað hjá Agip og tess samstarvsfeløgum í Aberdeen. Landsstýrismaðurin sigur, at fundirnir hava verið góðir og upplýsandi og var hann sera fegin um fundin við Anadarko, sum hevur eitt 9 ára loyvi á landgrunninum. Har sýnast tey at hava framhaldandi áhuga í økinum, hóast lønandi fund enn ikki er gjørt.
Meðan Elttør og Joensen vóru stæddir í London var altjóða oljuráðstevna "IP Week" hildin í býnum. Har vóru nógvir áhugaverdir fyrilestrar, sum eisini kunnu hava týdning fyri framtíðar avgerðir í føroyskum oljuhøpi.
Tey bæði umboðini frá føroyska oljumyndugleikanum nýttu eisini høvi til at støkka inn á gólvið hjá føroyska sendiharranum í London, John Rajani, sum er settur til at umboða føroysk áhugamál og Føroyar í Bretlandi. Ein av hansara framtíðar uppgávum kann gerast olja og spurningar, sum eru knýttir at hesi vinnu. Verður olja funnin við Føroyar og hugsandi er, at felt liggja tvørtur um markið, verða so avgjørt boð eftir sendimanni okkara í London eisini.
Eyðun Elttør nýtti so eisini høvi til at hitta danska sendiharran í London, Tom Risdahl Jensen, har prátið snúði sum eg olju, fiskivinnu, ES og álvarsligu støðuna úti í heimi í sambandi við Irak.
Eyðun Elttør heldur, at tað hevur týdning fyri okkum føroyingar at hava góð viðurskifti við bretar, nú tað er so sannlíkt, at oljan, um nøkur er, fer at liggja tætt upp at bretskum øki og møguliga tvørtur um mark. Hann sær eisini stórar møguleikar í eini samvinnu við bæði bretskar myndugleikar og við ídnaðin í Bretlandi, her serliga í Skotlandi, sum hevur drúgvar royndir, ið vit kunnu læra av. Tað er eisini hugsandi, at tað lutvíst verður bretskur oljuídnaður, sum kemur at menna oljufelt á føroyskum øki, nú sami ídnaður longu hevur gjørt sínar royndir beint hinumegin markið.
Eyðun Elttør, sum á Londontúri sínum eisini var við til samkomu fyri føroyingum í London, sigur, at tað er sera hugaligt at síggja, hvussu nógvir ungir føroyingar fara til Bretlands at nema sær útbúgving eisini innan oljuvinnuna. Tað eru m.a. hesi fólkini, sum skulu vera við til at manna størvini í eini komandi føroyskari oljuvinnu heldur landsstýrismaðurin.