Meðan smíðað verður

   

Samstundis sum vit sita og gera avtalur við tað suverena yvirvaldið um yvirtøkur og samstundis sum vit sita og smíða egna grundlóg, fáa vit ein lúsingin fyri og annan eftir.
Serliga er tað løgtingið, ið leggur rygg til, og serliga eru tað viðtøkurnar hjá einum samdum løgtingi, ið verða ryggbrotnar.
Løgtingsformaðurin, sum skal tryggja okkum lóg og landaskil, fær av at vita, og løgmaður, sum skal umsita og fremja hansara vilja, fær av somu skuffu.
Fyrrárið samtykti løgtingið eitt ríkislógartilmæli um avtøku av nøkrum hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og løgmaður staðfesti og fráboðaði ríkismyndugleikunum hesa viðtøku.
Men ríkismyndugleikarnir hirdu hesum ikki aftursvar, og lótu vera við at seta tað í gildi, sum løgtingið hevði samtykt.
Í mai mánaða í ár royndi fólkavalda løgting okkara seg á øðrum sinni og samtykti at avtaka nakrar hernaðarligar revsi- og rættargangs- og heimarættarlógir v.m. sum trýstar vóru niður yvir okkum, men við sama úrsliti.
Ríkismyndugleikarnir lótu sum luft, hirdu hesum ikki aftursvar, og lótu bara vera við at seta nakað í gildið, sum ikki hóvaði teimum.
Løgtingið hevur soleiðis í tveimum feskum umførum fingið at vita, hvør ið ræður í hesum landi og ríki.
Eina triðju ferðina fór løgtingið aftur út á víðan vøll at stríðast fyri javnbjóðis rættindum við grannalondini, og enn eina ferðina fekk tað ein beint frammaná, og liggur nú løgtingsins vilji barlangur eftiri á vali.
Í vár samtykti løgtingið, at Føroyar skuldu søkja um fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og skuldu gerast sjálvstøðugur avtalupartur í felags norðurlendskum sáttmálum, og at landsstýrið skuldi taka øll neyðug stig í hesum sambandi.
Hetta gongur heldur ikki, siga danir. Nú hevur løgtingið gjørt seg inn á danskan yvirvaldsrætt, ja Føroya Løgting hevur gjørt seg inn á sjálva grundlógina, siga teir í Holmens Kanal.
Málið varð annars varð væl og virðiliga lýst, og eitt samt løgting atkvøddi fyri og samtykti tað.
Undan framløguni hevði málið fingið vanliga viðgerð, varð fyrireikað av løgmálaráðnum og framlagt av landsstýrismanninum í lógarmálum.
Upplýst varð í málinum, at landsstýrið hevði kannað, hvat í høvuðsheitum kravdist løgfrøðiliga, fíggjarliga og umsitingarliga til tess at hava fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og svarað varð, at hetta kravdi broytingar í Helsinki-avtaluni, so Føroyar verða sjálvstøðugur, fólkarættarliga avtalupartur.
Samsvarandi hesi løgfrøðiligu niðurstøðu mælti landsstýrismaðurin í lógarmálum løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Málið varð eins og onnur mál borið løgtingsskrivstovuni til fyrireikingar.
Eftir § 57 í tingskipanini skal løgtingsformaðurin mæla løgtinginum til at vísa burtur uppskot, sum ganga ímóti grundlóg ríkisins, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini, tingskipanini ella millumtjóða sáttmála.
Løgtingsformaðurin burturvísti ikki hesum máli sum verandi í stríð við oman fyri nevndu galdandi lóggávu og hevur tvørturímóti sum evsti fyrisitari løgtingsins góðkent allar vanligar mannagongdir innan føroyskt lóggávusmíð í hesum máli.
Lokala umboð forsætismálaráðharrans á tingi, ríkisumboðið, nýtti ikki høvið eftir § 15, stk. 2 í heimastýrislógini at føra fram nøkur sjónarmið, ið ávaraðu løgtingið ímóti at gera seg inn á danskan lóggávurætt.
Føroya Løgting hevur síðani í góðari trúgv samtykt hetta mál, og løgmaður hevur í minst líka so góðari trúgv lýst málið sum galdandi rætt.
Hóast føroyskt lógarsmíð er farið fram á regluligan hátt fáa vit málið aftur í høvdið vísandi til, at løgtingssamtyktin er í stríð við grundlógina.
Ongastaðni undir allari málsviðgerðini sæst heimastýrið hava ansað eftir, at hesi mál eru í stríð við danska rættarskipan ella sjálva grundlógina, og spurt verður tí, um lógarførleiki okkara er nóg neyvur, ella um talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu.
Hesi dømi av fleiri benda á, at talan er um sera álvarsliga afturgongd í ríkisrættarligu viðurskiftum okkara, har sjálv rættartrygdin innan ríkisrættin tykist vera fokin.
Niðurstøðan hjá danska forsætismálaráðharranum er jú, at føroyska heimastýrið undir evstu ábyrgd av løgtingsformanni og løgmanni hevur gjørt seg inn á grundlógartryggjaði rættindini hjá danska statinum yvir Føroyum.
Vit royna av øllum alvi at leita okkum nýggjar vinnu- og samstarvsmøguleikar við hini Norðanlondini, men fáa at vita frá ES-landinum Danmark, at víðari føroyskt samstarv við hini norðanlondini rennur seg ímóti donsku grundlógini.
Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógarverkið er nóg væl at sær komið, ella um vit fara at taka til takkar við, at danska grundlógin, sum føroyingar ongantíð hava samtykt, veruliga fer at forða okkum í fullgildigum samstarvi við hini Norðanlondini.
Tá sama grundlóg so samstundis loyvir Danmørkini at binda seg endaliga at ES-grundlógini, ja so er greitt, at føroyingar eiga at skunda sær enn meira við at tryggja sær egnu áhugamál síni undir egnari grundlóg.