Stand-up showið hjá Jákupi Veyhe ?Meðan vit liggja við Kaj?, er nú at fáa sum DVD. Stand up showið hjá Jákupi Veyhe, sum varð framført kring landið í heyst, er nú komið á DVD.
Jákup Veyhe, hevur í mong ár hevur verið kendur sum ein tann størsti skemtarin í landinum, og hann vísti aftur sínar dygdir í heyst, tá ið hann framførdi fyri túsundtalds føroyingum við ?Meðan vit liggja við Kaj?
Upptøkurnar eru frá einum fullsettum Norðurlandahúsi og umframt showið er
eisini ein dokumentarfilmur, sum er filmaður handan leiktjøldini.
Hans Petur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum og hevur eisini klipt.
Fløgan er at fáa kring landið.