Meat Loaf; Stór rødd er tagnað

Amerikanski sangarin og sjónleikarin  Michael Lee Aday, kendur sum Meat Loaf, er deyður, 74 ára gamal.

 

Tað skrivar Gaffa.dk.

 

Hann andaðist í gjár, og hann hevði konu sína við sína lið, upplýsir umboðsmaður hansara. Døtur hansara fingu eisini sagt farvæl, verður upplýst.

 

Sum tónleikari var Meat Loaf  serliga kendur fyri tvær útgávur; Bat Out Of Hell frá 1977 og Bat Out Of Hell II, ið kom út í 1993.

 

Hesar útgávur gjørdi Meat Loaf saman við framleiðaranum Jim Steinman, og fyrra útgávan er millum tær 35 útgávurnar, ið eru mest seldar í USA.

 

Síðsta útgávan hjá Meat Loaf kom í 2016.

 

Umframt yrkisleiðina sum sangari, spældi hann eisini við í filmum, m.a. The Rocky Horror Picture Show frá 1975 og Fight Club frá 1999.