Medvedev boðar frá nýskipanum

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, boðar nú frá ymsum politiskum nýskipanum. Eitt nú er ætlanin at vend aftur til ta gomlu skipanina við, at fólkið skal velja guvernørarnar. Síðani 2004 hevur stýrið í Kreml tilnevnt teir.

Sambært BBC greiddi Medvedev frá nýskipanunum í einari røðu í tinginum.

Umframt broytingina við guvernørunum verður tað lættari at skráseta politiskar flokkar, og fólk skulu fáa betri møguleikar at taka lut í tí politiska kjakinum. Forsetin nam eisini við forsetavalið, sum verður í vár. Hann segði, at valið skal vera heiðurligt og samsvarandi lógum og reglum.

Roknað verður við, at andstøðan fer at skipa fyri fjølmentum mótmælistiltøkum um vikuskiftið. Kravið frá andstøðuni er, at tjóðartingsvalið, sum var tann 4. desember, verður ógildað, og at myndugleikarnir skipa fyri umvali.