Medvedev fer ikki at bjóða Putin av

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, kundi væl hugsað sær eitt valskeið afturat í embætinum, men hann sigur nú, at hann fer ikki at stilla upp, um undamaður hansara, Vladimir Putin, stillar upp. Forsetaval verður í Russlandi um níggju mánaðir, men enn hava hvørki Medvedev ella Putin sagt, at teir fara at stilla upp.

Í samrøðu við Financial Times sigur Medvedev, at Russlandi tørvar politiska kapping, men hann leggur samstundis dent á, at hann fer ikki at bjóða Putin av, skuldi tað hent, at hann ger av at stilla upp.

-Tað er so, at Vladimir Putin og eg umboða ta somu politisku megina, og ein dystur okkara millum hevði tí ikki gagnað teimum uppgávum og málum, sum vit hava virkað fyri tey seinastu árini, sigur Medvedev við blaðið.

Vladimir Putin var russiskur fotseti frá 2000 til 2008, tá Dmitrij Medvedev tók við. Hesi seinastu fýra árini hevur Putin verið forsætisráðharri.