Mortan Johannesen, útróðrarmaður
-----------
Vártúrin í 1972 við Brandi Sigmundarson var eg sjávlur skipari, manningin taldi 48 mans, vit fiskaðu í tí kanadiska Golfinum.
Toskurin, vit fingu, bleiv flaktur og síðani saltaður, livurin bleiv smeltað til lýsi, og tað sum var ov smátt at flekja bleiv gjørt til fiskamjøl – tá í tíðini fyri 40 árum síðani, kom alt til høldar.
Føroyskir trolarar og línuskip hvødu tá bestu góðsku á saltfiski í kapping við bæði norðmenn, íslendingar og týskarar, hetta var eisini galdandi fyri tað lýsið, sum teir føroysku bátarnir framleiddu.
Tá vit so vóru oljubrendir, máttu vit suður til Halifax at bunkra, tað var stytsta leið fyri at fáa ungolju, sum damptrolararnir brúktu.
Halifax er høvuðsstaður í Nova Skotia, ein landsparutr í Kanada.
Fyrstu ferð eg var í Halifax var í 1962 bert 19 ára gamal. Har búðu nakrir føroyingar, sum høvdu sett búgv har, serliga var tað skopuningar, sum høvdu siglt við trolara har yviri í tjúgu- og tredivunum.
Ein teirra, sum beliv verandi har yviri, var Sigurd í Puntabyrgi, hann var ættaður av Tvøroyri, kona hansara kallaðist Dortea, hon var ættað úr Skopun. Minnist væl henda vakra vælbygda mannin, Sigurd, bæði hann og konan vóru umborð hjá okkum, og blíðskapðurin var stórur, sum vit góvu teimum, tey fingu skerpikjøt, turran fisk og spik og annan føroyskan mat, hetta var jú so forkunnugt at fáa. Sigurd var trolaraskipari har í nógv ár, hann flutti ongantíð heimaftur til Føroyar.
Aftur til 1972. Sami umboðsmaður, sum vit høvdu havt í heili 11 ár, kendi okkum væl, og vit kendu teir. Eg havi onkuntíð nevnt fyri honum, at menninir umborð, tá tað var kalt heilt niður í 15 til 20 kuldastig, fóru aftur í lýsisemltaríið at fáa sær eina lítla oysu sum altíð hekk har, av heitum nýgjørdum lýsi. Tað vardi so væl ímóti kulda, tað var jú arbeitt á opnum dekki.
Ta einu ferðina, vit komu inn, vísti umboðsmaðurin mær eina sera áhugaverda kanning, sum var gjørd av fiskimonnum við kanadisku eysturstrondina. Orsøkin til hesa kanning var tann, at hesir menn sóu nógv betur í myrkri, enn tann vanligi kanadiarin.
Niðurstøðan av kanningini var púra greið, hesir fiskimenn ótu nógv meiri fisk enn onnur, serliga var tað livurin, sum gjørdi sýnið hjá teimum munandi betur.
Hetta fær meg at hugsa um tær kanningar, sum nú verða gjørdar her á landi, at um ein etur grind og spik, so verður ein býttur, um tú etur kjøt av seyði, sum hevur gingið á tyrvingarplásssi, so verður ein blýforgiftaður.
Góðu granskarar, komið fram við onkrum góðum og positivum kanningum, tí tað hava vit brúk fyri.