Meðan bilverksmiðjur kring um í heiminum í hesum døgum leggja um til framleiðslu av hybrid- og elbilum hava vit í Føroyum fingið tann fyrsta elbilin, sum er skrásettur á føroyskum nummarplátum.
Talan er um ein lítlan eldrivnan Mega Multitruck lastbil við vippu, sum lendisdeildin hjá Tórshavnar Býráð leigar frá OK Heilsølu í Hvalvík, sum umboðar hesar bilar í Føroyum.
Bilurin verður brúktur til gartnaraarbeiði í miðbýnum í Havn. Tað er Kari Nielsen sum dagliga koyrir við bilinum. Kari sigur, at bilurin roynist væl í býnum. Hon fær havt øll tey neyðugu amboðini við í lastini, umframt sekkir við burturkasti. Bilurin kann eisini vippa eins og aðrir “ordiligir” lastbilar.
Bilurin hevur 48V elmotor sum verður drivin av 12V battaríum. Hann koyrir upp til 50 km/t og 60-80 km upp á eina løging. Vit hava royndarkoyrt bilin, sum er so at siga ljóðleysur. CO2-útláti er 0,0 gr/km.
Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 er samrøða við Jógvan Olsen frá Lendisdeildini hjá Tórshavnar býrað og við Kari Nielsen frá gartnaraliðnum, sum dagliga koyrir bilum.