MEGD: Vit stúra longu fyri verkfalli

- Samráðingarpartar eiga at gera virðiligar avtalur, so nøkur fá útvald ikki ferð eftir ferð kenna verkfalssviðan, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

 

 

 

Enn verða eingi stríðsstig tikin, segði formaðurin í Pedagogfelagnum í KvF, nú semingsstovnurin er boðsendur, tí samráðingarnar millum Pedagogfelagið og lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum ikki bóru á mál. Meðan vit bíða, eru nøkur longu byrjað at stúra, tí enn er eingin trygd fyri teimum, um verkfall verður.

 

Aftur og aftur 

Í januar 2018 sendi MEGD áheitan til táverandi samráðingarpartar um at finna eina loysn á verkfallinum. Síðan tá hevur MEGD verið á fundi við núverandi landsstýrisfólk og Pedagogfelagið, tó uttan nakra trygd fyri, at viðurskiftini eru broytt.

MEGD vísti á skuggafrágreiðingina send ST í 2014, har víst varð á, at eingin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá verkfall er. Í frágreiðingini til ST varð víst á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá verkfall var. 

Nú trý ár eftir áheitanina frá MEGD og sjey ár eftir skuggafrágreiðingina - umframt uppfylgjandi fundir við avvarðandi partar - er støðan júst tann sama sum í 2014. Í møguligum komandi verkfalli fer søgan hugsandi at endurtaka seg. 

 

Gerið virðiligar avtalur

MEGD fær fyrispurningar, og nøkur stúra, tí tey t.d. óttast fyri tí, sum hendi á jólum í 2017. Avvarðandi kendu strongd, tí tey mistu tilboð og máttu berjast við myndugleikarnar og forhandla um grundleggjandi hjálp, sum eigur at vera ein sjálvfylgja. 

MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, tó eigur tað at vera eitt mark fyri, hvussu langt partarnir fara. Enn verða eingi stríðsstig tikin, verður sagt. Meðan vit bíða, eru nøkur longu byrjað at stúra. 

Takið støðuna í álvara. Samráðingarpartar á arbeiðsmarknaðinum eiga at gera virðiligar avtalur, so nøkur fá útvaldu ikki ferð eftir ferð kenna verkfalssviðan. 

Enn er tíð at vísa røttu virðingina fyri okkara veiku.