Meginblaðið í Alaska styðjar Obama

Størsta dagblaðið í amerikanska statinum Alaska skrivar nú, at tað mælir sínum lesarum til at velja Barrack Obama til forseta Avgerðin hjá leiðsluni á Anchorage Daily News hevur vakt ans, tí blaðið er høvuðsblað í statinum hjá republikanska varaforsetavalevninum, Sarah Palin, sum er guvernørur í Alaska.

Blaðið skrivar í oddagrein, at Sarah Palin er ikki búgvin til embætið sum varaforseti og enn minni búgvin til forsetaembærið, um so skuldi borið á.