Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar um tilfeingið, sum er væntandi, lá meginparturin av trolaraflotanum, sum fiskar undir Føroyum.
Metingarnar vórðu gjørdar fíggjadagin, 2. februar - ella fyri tveimum døgum síðan.
Henda dagin varð sagt, at øll partrolarapørini liggja, allir djúpvatnstrolararnir liggja - og allir teir smáu trolbátarnir liggja eisini.
Garnaskipini, sum plaga at fiska svartkalva og havtasku, lógu eisini, men fara út aftur, tá veðrið batnar, varð lagt aftrat.
Í dag er sunnudagur, og eftir ódnarveðrið miðskeiðis í vikuni er spurningurin, um onkrir trolarar og møguliga garnaskip nú eru komin í gongd aftur.
Sambært Fiskamarknaði Føroya eru veðurútlitini frægari, enn tey hava verið, og tí er eisini væntandi, at gongd nú fer at koma á aftur trol-og garnaveiðina undir Føroyum.
Partrolarapør og garnaskip kunnu hava loyst, síðan tey á Fiskamarknaði Føroya løgdu hesi tíðindini út á sína heimasíðu - www.fmf.fo - fríggjadagin.