TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein aftaná B36 hevði tapt 0-2 ímóti Víkingi á heimavølli í dag.
Eyðun Klakstein iðrar seg um brendu málmøguleikarnar, sum B36 hevði í dystinum, ikki minst í fyrra hálvleiki. Men hann staðfestir, at tað er ein trupuleiki, at liðið ikki fær umsett málmøguleikarnar hjá sær til mál. Álopið hjá B36 ger ikki tað, sum tað er sett til at gera.
Eyðun Klakstein ásannar, at FM-tokið er koyrt hjá B36, men teir ætla sær at enda kappingarárið væl, og enn eru 9 dystir eftir til at bjarga einari evropeiskari luttøku komandi kappingarár.