Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Les upptakt í Sosialinum mikudagin
Í fyrireikingunum til landsdystin ímóti Ukreina hava fyrireikingarnar snúð seg nógv um hvussu sterka ukreinska liðið skal steðgast.
Liðini bæði hittust hin 11. januar 2018 endaði tað við 30-22 sigri til Ukreina eftir 17-13 í hálvleikinum.
Føroysku toppskjúttarnir henda dagin vóru Peter Krogh og Nicklas Selvig, ið aftur eru við í dag. Kortini er hópurin nógv skiftur, og sjey útskiftingar í mun til tann dystin.
Stóri trupulleikin í dystinum fyri hálvumøðrum ári síðani, var at Ukreinar fingu ov nógv løtt mál í skjótálopum. Landsliðvenjararnir Sonni Larsen og Jeppe Borch nevndu fyri in.fo í gjár at ukreinar fingu 11 mál, ið kundu forðast fyri við at renna betur aftur.
Tí er niðurstøðan greið. - Fáa vit steðgað skjótálopunum, so standa vit mest sum á jøvnum, taka venjararnir til, men teir eru samstundis greiðir um at tað verður ikki bara sum at siga tað