Megnar mentanarhús í Fuglafirði

Fríggjakvøldið 29. juni er dagur, sum verður seint gloymdur í Fuglafirði og í føroyskum mentanarhøpi. Tá varð stásiliga og megnar mentanarhúsið í Fuglafirði alment tikið í brúk. Hetta er tí ein stórur dagur í Fuglafjarðar søgu, tí við hesum húsi er skaptur ein sera góður og tryggur karmur um mentanarlig tiltøk í framtíðini. Henda dagin kundu tey mongu, sum í mong ár hava stríðst og strevast fyri at fáa bygdini og oynni eini høli til fólksliga mentan og tiltøk annars, frøðast um, at loksins var verkið liðugt

Vígsla


. Og nógv er komið burtur úr fyri tær umleið 12,5 mill. kr., sum húsini standa í í dag. Fuglfirðingar og oyggjafólkið fyri ikki at siga Føroya fólk hava fingið eitt hús, sum kann brúkast til sjónleik, konsertir, listaframsýningar, ráðsgevnur, fundir og til øll hugsandi tiltøk, eisini til brúdleyp, veitslur og samkomur av ymsum slag.

Tað var tí eisini ein hátíðardámur í hesum rúmligu og snotuligu húsunum, tá nærum 1000 fólk úr Fuglafirði og øðrum plássum í landinum vóru savnað at vera við til vígsluna av húsunum. Tað var Eyðun Hansen, formaður fyri hesi stóru verkætlan, ið beyð vælkomin. Síðani hugleiddi Arnold Abrahamsen, ein av undangongumonnunum í sjónleikarafelagnum um søgu felagsins. Eftir tað trinu nakrir av leikarunum frá fyrsta leikinum, ið varð spældur í felagnum, ?Hjá Dalabóndrum? frá 1955, á pallin og Hans Hansen, listamaður og ein av frægu íblásarunum í bygdini, spældi uppá harpu og sang.

Síðani vórðu virðislønir latnar til trý tey bestu uppskotini til búmerki. Her vann Eyðun Eliassen við einum sera livandi og rámandi búmerki. Nr. tvey gjørdist Poul Andreas Mikladal og nr. 3 Kenneth Nygaard. Sera stór undirtøka var annars fyri at vera við í hesi kappingini. Høvi varð eisini at heilsa húsinum, og tað gjørdu Jórun Høgnesen og Dávur Winther fyri Klaksvíkar Býráð. Húsið fekk í gávu sera sigandi og snotuligan málning eftir Edward Fuglø. Eisini umboð fyri Norðyar Sparikassi vóru fram kvøðu og var gávan ein tjekkur uppá 30.000 kr. Norðoyar Sparikassi hevur annars verið ein hollur stuðul undir byggingini. Eisini umboð fyri Fuglafjarðar Býráð bar fram kvøðu. Tað var Dánjal Vang. (Tað og annað venda vit aftur til í mikudagsblaðnum, blaðm.) Niels Midjord, sum hevur teknað húsini segði eisini nøkur orð. Seinasta tiltakið var uppboðssøla av málningum. Undir hátíðarhaldinum spældu tónlistafólk uppá nýggja Steinway-flyguli.