Meinhard E. Olsen kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá Vendsyssel FF fyrr í dag tryggjaði sær eitt pláss í hálvfinaluni í donsku steypakappingini. Meinhard fekk ein góðan hálvan tíma á vøllinum.
Hetta gjørdist veruleiki, tá Vendsyssel FF á útivølli vann 2-1 á Næstved. Eitt korter var farið av fyrra hálvleiki, tá Tiago de Leonco legði Vendsyssel FF á odda 1-0. Bert fýra minuttir seinni javnaði Kevin Timm fyri Næstved, og støðan var javnleikur 1-1 í steðginum.
Tá eitt lítið korter var eftir av dystinum gjørdist Christian Moses úr Sierra Leone aftur stóra hetjan hjá Vendsyssel FF, tá hann tryggjaði Vendsyssel FF sigurin og víðari luttøku í steypakappingini.
Í somu kapping vann FC Midtjylland fyrr í dag 3-2 á AaB norðuri í Aalborg. Í morgin spæla FCK og AGF í Parkini í Keypmannahavn, og skírisdag spæla Randers FC og Brøndby. So sigast má, at Meinhard E. Olsen og teir í Vendsyssel FF eru komnir í ógvuliga fínt selskap, sum einasta liðið úr næstbestu deildini, sum hevur vunnið sær pláss í hálvfinaluni í donsku steypakappingini.