Hann var í mong ár stýrimaður og seinni skipari á Norrønu, og nú er hann havnarumsjónarmaður í Klaksvík.
Meinhard er uppvaksin í Víkunum í Klaksvík. Foreldrini eru Ella, sum er ættað úr Víkunum, og Mathias Petersen, sum var ættaður av Selatrað. Hann doyði í 1997. Tey eiga seks børn - Karl Jákup, Emma, Meinhard, Erling og Lyon, sum búgva í Klaksvík, og Finn, sum er yngstur, býr í Randers.
Meinhard hevur altíð havt góðan hug til sjógvin. Skúlaárini var hann fleiri ferðir í summarfrítíðini á snelluveiðu við Háenni, sum Frits Olsen førdi. Eftir tíggju ára skúlagongd var Meinhard á fyrsta sjóvinnuflokkinum, sum gekk á Klaksvíkar Sjómansskúla. Westward Ho var nýtt sum undirvísingarkarmur, og næmingarnir vóru umborð frá mánamorgni og til fríggjadag seinnapart.
Síðani fór Meinhard við línuskipinum Norðalduni, sum Norðoya Samvinnufelag átti, og sum Andrass hjá Stellu Pól førdi. Teir royndu á Flemmish Cap, og har var Meinhard, inntil hann hevði fingið siglingstíðina. Tá fór hann á Føroya Sjómansskúla, hagani hann leyk skipsføraraprógv í 1979.
Síðani sigldi Meinhard seks ár við DFDS. Í 1985 fór hann at sigla við Norrønu, og Meinhard var hjá Smyril Line inntil í fjør. Tá ið hann segði upp og fór í land, hevði Meinhard verið stýrimaður og síðani skipari á gomlu og nýggju Norrønu í nítjan ár.
Seinasta árið hevur Meinhard verið havnarumsjónarmaður í Klaksvík.
Meinhard er fyrikomandi álitismaður, og honum dámar framvegis væl at flóta. Tað ger hann eitt nú saman við verfaðirinum, sum altíð hevur verið nógv á floti.
Meinhard er giftur Lydiu. Hon er eldra dóttur Elin og Otto Joensen í Klaksvík. Tey bæði - Lydia og Meinhard - eru javngomul og fóru bæði í skúla í Klaksvík í 1962. Lydia, sum er frisør og eisini arbeiðir sum litráðgevi, fór um tey hálvt hundrað 7. februar í ár.
Lydia og Meinhard eiga hugnaligt heim á vestara arminum í Klaksvík ella á Hamarssniði, sum tað verður nevnt. Har varð 50 ára føðingardagurin hildin mikukvøldið. Lydia og Meinhard eiga fýra børn - Oddur, Erla, Lilja og Mathias.