Meinhard skorað fyri Vendsyssel

Steypakapping: Meinhard E. Olsen skoraði og sendi Vendsyssel víðari

Føroyski U21 landsliðsspælarin, Meinhard E. Olsen, spældi frá byrjan og skoraði, tá Vendsyssel í dag vann 4-0 á HB Køge í donsku steypakappingini.

 

Meinhard Egilsson Olsen skoraði til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ninos Gouriye skoraði til bæði 1-0 og 3-0. Tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti Tiago Leonco sigurin fyri Vendsyssel.

 

Føroyski U21 landsliðsspælarin hevur hvat trupult við at vinna seg á liðið, men tykist koma nærri. Í dag fekk hann so møguleikan frá byrjan og tók av. Enn eri ikki nógv at frætta frá dystinum, sum er fjórða umfar í DBU Cup, sum er danska steypakappingin.