Meinhard E. Olsen skoraði eitt vakurt mál fyri føroyska U21-landsliðið í útidystinum ímóti Finnlandi 5. september. Málið tryggjaði føroyska U21-landsliðnum fyrsta stigið í hesari undankappingini.
Meinhard E. Olsen ætlar sær at skora aftur í EM-undankappingardystinum, sum verður ímóti Georgia á Tórsvølli í morgin. Dysturin byrjar klokkan 17.30, og Meinhard E. Olsen vónar, at mong møta upp fyri at stuðla honum og liðfeløgunum at fáa enn eitt gott úrslit.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Meinhard E. Olsen fyrr í dag.
Hilmar Jan Hansen sigur frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Georgia. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Klokkan 19.45 sigur Tróndur Arge frá HM-undankappingardystinum millum Ungarn og Føroyar á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.