Á bryggjarínum í Klaksvík hava tey nú bryggjað meira India Pale Ale, sum er eitt av teimum trimum serligu ølunum, Føroya Bjór hevur bryggjað seinastu tíðina
- Stór undirtøka hevur verið fyri nýggju Sct. Brigid jubileums seriuni hjá Føroya Bjór, sigur Føroyar Bjór.
Sct. Brigid IPA bleiv útselt beinanvegin, tískil er eitt bryggj gjørt afturat av hesum slagnum.
Nú eru trý sløg av Sct Brigid seriuni bryggjað: ALE, IPA og Bohéme.
- Vit bryggja víðari, verður sagt frá Føroya Bjór.