Í mars vóru 25.837 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru 78 færri enn í februar, men higartil hava tað verið yvir 25.800 løntakarar hvønn mánað í ár. Seinastu trý árini hevur gongdin verið, at fleiri løntakarar eru lagstir til, og eru tað nú 2.000 fleiri til arbeiðis enn á vári 2014. Tað skrivar Hagstovan í dag.
- Í mars í ár vóru 25.581 løntakarar, 603 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 2,4%. Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stóran part av vøkstrinum. Í mars 2013, fyri fýra árum síðani, vóru um 2.900 løntakarar í byggivinnu, men hvørt ár eftir hetta hevur henda vinnan fingið umleið 200 løntakarar fleiri, so tað nú eru 3.750 løntakarar. Árligi vøksturin hevur verið millum 5,4 og 7,4%, skrivar Hagstovan.
Víðari verður sagt, at bæði privatar og almennar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani. Tænastuvinnurnar eru væl størri enn byggivinnan, so vøksturin er heldur lakari í prosentum, nú eru 2,6% fleiri til arbeiðis í tænastuvinnunum.
Fiski- og alivinnan minkar í løtuni, í mars í 2016 vóru 4.113 í vinnu har, men nú eru tey 4.005, 108 færri.