Hondbóltur
Annar av venjarunum hjá VÍF, Daniel Rapa, var sum vera man fegin um sigurin á føroyameistarunum.
Spurdur, hvørja sálarliga ávirkan hesin sigurin kundi hava í einum møguligum avgerandi dysti, tá Stjøran kemur til Vestmanna, vildi hann sum so ikki gera nakra viðmerking.
Hinvegin helt hann, at tað fyri sjálvsálitið var av stórum týdningi, at tær megnaðu at halda fast, tá spælt varð fýra móti fýra.
- Vit vístu í dag, at liðið ikki bara snýr seg um tveir spælarar, men at talan veruliga er um eitt lið, og hetta var kanska tað týdningarmesta hjá okkum í dag, helt Daniel Rapa um ávirkanina av dystinum.