Meira ferð er á bilasøluni nú

Alsamt fleiri nýggir bilar verða seldir. Tilsamans eru skrásett 1.001 nýggj akfør fyrstu fýra mánaðirnar í ár.

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, nú fýra mánaðir eru farnir av árinum. Sama tíðarskeið í fjør vórðu seld 816 nýggj akfør. Ein munur upp á 185 akfør ella 22,7 prosent.

Nógv tey størstu tølini eru fyri persónbliar. Higartil í ár eru seldir 731 nýggir persónbilar í mun til 554 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 177 – ella 32 prosent. Tá skal havast í huga, at koronukreppan herjaði í apríl í fjør, tá fleiri handlar – eisini bilasølur – høvdu stongt.

Men samanborið við árini frammanundan, so sær bilasølan út til at vera á sama støði. Í fjør vórðu seld 2.921 nýggj akfør, og í 2019 var talið 3.124. Framrokna vit uttan fyrivarni, so verður bilasølan í ár 3.003 akfør. Mangt bendir tí á, at at bilasølan í Føroyum er um at koma úr koronuskugganum.