Meira fiskur - men verri sáttmála og lægri prís

Fyri tveimum vikum síðani hittu vit tveir føroyskar fiskimenn á Ørkini í Reykjavík. Teir eru Bent Kristian Thomassen av Viðareiði og Oddur Stefansson av Velbastað. Teir vóru júst komnir heim av túri. Teir sigla við einum línuskipi í Grindavík og vóru komnir inn at landa. Vit tosaðu um sáttmála og prísir og fingu møguleika fyri at sammeta umstøðurnar hjá fiskimonnum – og serliga línumonnum – í Íslandi við umstøðurnar í Føroyum.
Fyrst er lætt at staðfesta, at íslendsk skip fiska munandi størru nøgdir enn føroysku skipini. Orsøkin er teir stóru og ríku íslendsku fiskigrunnarnir.
Íslendska línuskipið hevur fiskað 225 t í januar. Verður hetta mett sum miðal fyri árið, svarar tað til 9,5 t um dagin. Og tá er ofta meira at fáa enn hetta. Miðalveiðan hjá føroyskum línuskipum var í 2006 3,6 t um dagin. Hetta merkir, at íslendska veiðan pr. dag er umleið ella meira enn 2,5 ferðir ta føroysku veiðuna.
Uppgerðin fyri januar er fyri 4 túrir. Landað verður eina ferð um vikuna, og støðgað verður heima eitt samdøgur fyri hvønn túrin. Tískil er talan um 24 fiskidagar.
Fyri hesar 24 dagarnar hevur samlaða inntøkan verið kr. 38.500, og tað gevur uml. kr. 1.600 pr. dag. Hetta er bert eitt vet meira enn daginntøkan við føroyskum línuskipum í 2006, sum var knappar kr. 1.500 um dagin.
Spurningurin er tískil, hvør orsøkin er til, at so nógv størri veiða gevur so lítlan mun í inntøkuni.
Tað eru tvær orsøkir. Annar er sáttmálin, og hin er fiskaprísurin, og skulu hesir munir lýsast nærri.

Sáttmálin
Í Íslandi eru tveir satsir í sáttmálanum. Annar er prosentparturin, sum fiskimenn fáa til býtis. Hann er 32,3% av brutto. So er eisini nakað sum eitur ”skiftisverð”, sum er ein óbeinleiðis oljufrádráttur. Hetta er tann parturin av hesum 32,3%, sum veruliga kemur til býtis. Skiftiverð valdast oljuprísin, men við høgum oljuprísium, sum teir galdandi, er ”skiftiverð” 70%. Hetta merkir, at fiskimenn fáa til býtis 70% av 32,3%, og hetta gevur 22,6% + frítiðarløn 10,17%.
Tann føroyski sáttmálin gevur 43% við frádátti av olju, agni og provianti. Í miðal gevur hetta í 33-34% + 12% frítíðarløn sammett við tey 22,6% í Íslandi. Hetta merkir, at føroyski sáttmálin hjá fiskimonnum er munandi betri enn tann íslendski.

Fiskaprísirnir
Tað, sum enn betri lýsir munin millum fiskimenn undir føroyskum og íslendskum sáttmála, er skipanin við fiskaprísum. Í Íslandi fáa fiskimenn nevniliga í flestu førum ikki marknaðarprís fyri fiskin. Hetta er galdandi, tí virki og skip eru sama fyritøka. Tá hevur reiðarin áhuga í so lágum fiskaprísi sum gjørligt, tí tess minni verður útgoldið sum hýra. Tískil ásetur reiðarin meira og minni sjálvur prísin til fiskimannin. Í hesum førinum liggur toskaprísurin millum 13 og 14 kr. pr. kg, meðan marknaðarprísurin er omanfyri 20 kr fyri tann størsta toskin. Her er talan um munir, sum hava stóra ávirkan á inntøkur fiskimanna.
Íslendska Sjómannasambandið hevur verið í fleiri verkføllum, sum hava vart mánaðir tilsamans, fyri at tryggja fiskimonnum marknaðarprís, men her síggja vit, hvussu lítið er komið burtur úr.
Hinvegin hevur Føroya Fiskimannafelag uttan nakran háva tryggjað føroyskum fiskimonnum, at teir altíð kunnu fáa rætta prísin fyri fiskin. Hetta er sjálvsagt ein felags áhugi, fiskimenn hava við reiðarar, sum eru óheftir av virkjum. Men verða skip og virki samanløgd, sum gongdin er nú, kunnu fiskimenn altíð krevja sín part frábýttan, og teir kunnu selja hann til hægstbjóðandi, um teir ikki verða avroknaðir av marknaðarprísinum. Henda reglan er nóg mikið til at tryggja fiskimonnum marknaðarprís, tí reiðarí við virki vil einki fáa burturúr at trýsta prísin.
Nakað tað sama er galdandi fyri aðrar veiðihættir, sum t.d. ísfiskatrolarum at føroyskir fskimenn eru betri fyri enn teir íslendsku.
Tað eru viðurskifti, sum kunnu broyta júst hesi tølini nakað, sum t.d. pensjónsgjøld hjá báðum pørtum, og at toskaprísurin beint er farin upp við 10%. Men hetta broytir ikki hesa niðurstøðu.
Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at tað er eydnast Føroya Fiskimannafelag at tryggja føroyskum fskimonnum munandi betri sáttmála og trygd við fiskaprísum enn tað, sum er galdandi fyri flestu fiskimenn í Íslandi.
Heilt eiðasørt hevur Fiskimannafelagið kanska ikki verið!