Meira í væntu frá Williami Heinesen

Mentanvirðislønir landsins verða handaðar í Norðurlandahúsinum í hesi løtu.

 

Tað var Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, sum setti hátíðarløtuna.

 

Hon vísti á, at sum siður er, verða mentanarvirðislønirnar handaðar á føðingardegi Williams Heinesen, sum varð føddur í Bartskersstovu í Bringsnagøtu í Havn fyri 116 ársum síðani.

 

Rigmor Dam vísti á, at William Heinesen er av størstu listafólkum, sum Føroyar hava fostrað.

 

– Tí er tað mær ein gleði hjá at boða frá, at vit hava meira í væntu frá Williami – men tað skal eg venda aftur til seinni, segði Rigmor Dam uttan at greiða nærri frá, hvat hon meinti við.

 

Hátíðarhaldið verður sent beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum og kann stroymast VIÐ AT TRÝSTA HER