Meira lív í kirkjugarðin

Kirkjugarðurin á Svínaryggi – Gamli kirkjugarður – kundi veruliga verið ein sonn grøn perla í miðbýnum. Men tíverri er hesin mentanarligi og søguligi dýrgripur meira ella minni fallin í órøkt. Fleiri gravsteinar eru koppaðir, teir flestu eru ólesandi, trø og runnar vaksa út yvir gravsteinar, og tað merkist veruliga, at kirkjugarðurin ongan góðan eigur. Tað er stórt spell, tí kirkjugarðurin kundi verið ein lund í miðbýnum hjá fólki at vitja og spáka sær ein túr í, á sama hátt sum eitt nú “Assistents Kirkegård” og “Vestre Kirkegård” í Keypmannahavn.

Nógv havnafólk eru góð við kirkjugarðin, annaðhvørt tí ættarfólk eru jarðað har, ella tí at nógvir av okkara slóðarum og fremstu mentafólkum liggja grivin har. Av kendum føroyingum, sum liggja grivnir í Gamla kirkjugarði, kunnu nevnast Jørgen Frantz Jacobsen, M.C. Restorff, Kristin og Djóni í Geil, Petur Alberg, William G. Sloan, Dollin og Rasmus Effersøe.

At fríðka um Gamla kirkjugarð og gjørt hann til eina lund og á tann hátt fingið meira lív í hann, hevði ikki kostað alla verðina, men tað krevst vilji og áhugi at gera nakað við henda dýrgrip mitt í býnum. Tí eigur komandi býráð millum annað:

-       At syrgja fyri, at gravsteinarnir eru lesiligir, og at teir, sum eru koppaðir, verða reistir aftur. Eitt er, at steinar ikki kunnu lesast, men at teir eru koppaðir, er lítið virðiligt.

-       At seta skelti upp við inngongdina, sum tilskilar, hvør liggur grivin hvar. Hetta er ikki óvanligt í øðrum londum, eitt nú í áður nevndu kirkjugørðum í Keypmannhavn.

-       At lata portrið vera opið, so tað gerst lættari og meira natúrligt at fara ein túr inn í kirkjugarðin.

-       At seta ljós upp fram við gøtunum, so til ber at ganga ein túr gjøgnum kirkjugarðin eisini um kvøldið.

-       At seta beinkir upp, so fólk kunnu hvíla seg og njóta friðin og fuglalívið.

Hetta er eitt mál, ið eg fari at leggja orku í at seta í verk, fái eg sæti í býráðnum.

Høgni Joensen

Valevni á lista C