Í fjør gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Dikka hjá okkum. Og nú er Dikka og tey á Junifløtti komin. Tað er Astrid Lindgren, ið hevur skrivað og Ebba Hentze sum hevur týtt. Bøkurnar eru um Dikku, systrina Lisabeth, mammuna og pápan, arbeiðsgentuna Alvu og øll hini.
Dikka og tey á Junifløtti er í 10 pørtum og byrjar við, tá ið Dikka vaknar ein morgunin og veit, at dagurin er ikki nakar vanligur dagur. Maibálið er á skránni og tá ið Dikka skal til maibál skal hon vera fín, so øll í býnum verða ovfarin. Fyrst av øllum vil hon sleppa í nýggjar sandálur, men tað sleppur hon ikki fyri mammu. Mamman veit, hvussu sandálurnar vera vorðnar, tá ið Dikka hevur runnið um maibálið í teimum. Lisabeth, lítla systur Dikku, heldur at Dikka kundi havt biðið til Gud í góðari tíð, so hann kundi sagt við mammu, at Dikka skuldi í sandálur. Men Dikka veit, hvussu hevði verið við tí!
- Sjálvt um Gud vil, og eg vil, men mamma ikki vil, so noyðist eg at fara í hesum ljótu, gomlu sivlunum!, sigur Dikka.
Og tá ið eitt ár er umliðið og nýtt maibál verður kynt, tá er Dikka aftur har. Í somu, gomlu sandálunum, bæði hon og sandálurnar eru vorðnar eitt ár eldri. Hugsa tær, so nógv sum er hent í eitt ár! Onkuntíð hendir slíkt, sum ger teg kedda, men sum oftast er tað sovorðið sum fær "Dikku at kenna lívið í sær".