Í Føroyum minkaði sølan av akførum við sløkum 20 prosentum fyrra hálvár – og í Danmark er sølan minkað við einum sløkum fjórðingi ársins fyrstu sjey mánaðir. Kortini tykist tað nú, at broyting er í.
Tað skrivar felagið hjá donskum bilinnflytarum í tíðindaskrivi.
Fallið í bilasøluni passar væl til gongdina í árinum. Men nú tykist venda at koma í veitingarliðini hjá bilídnaðinum.
»Bilídnaðurin hevur verið hart raktur av, at smálutir til bilar hava manglað, og útlitini til samlaðu bilasøluna fyri 2022 hevur so líðandi verið niðurjusterað. Tað er tíð positivt, at fleiri bilframleiðarar nú boða frá betring í veitingarketunum. Sjálvt um tað ikki enn sæst í tølunum, so vóna vit at kunna røkka sølutølunum aftur í ársins seinnu hálvu«, sigur Mads Rørvig, sum er stjóri hjá De Danske Bilimportører.
Serliga er tað tørvurin á mikrochips, sum hevur skapt trupulleikar í stórum pørtum av bilídnaðinum, sum eisini hevur rakt veitingina av elbilum. Kortini hevur sølan og eftirspurningurin ongantíð verið størri í Danmark, har vøksturin í juli var 44,3 prosent samanborið við sama mánað í fjør.
Tølini frá Akstovuni um bilasøluna í juli eru ikki komin enn.
Í Danmark var parturin av elbilum í juli 20 prosent, sum er hægsta tal síðani desember í 2021. Hetta merkir eisini, at sølan av elbillum í 2022 er størri enn sølan av plug-in hybridbilum.
»Elbilar hava verið serliga hart raktir av tørvinum á smálutum, tá júst hesir bilar brúka fleiri mikrochips enn aðrir bilar. Tí er tað positivt, um veitingartíðin á elbilum verður styttri, so fleiri fáa nøktað tørvin á ynskinum um ein elektriskan bil«, sigur Mads Rørvig.
Meira vanligar veitingartíðir í eygsjón Meira vanligar veitingartíðir í eygsjón
Tørvurin á smálutum í bilídnaðinum hevur elvt til drúgvar veitingartíðir upp á bilar, sum hevur ávirkað bilasøluna í alt 2022.
Eirikur Lindenskov
1. august 2022 kl. 07:30
Mest lisið hesa vikuna
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
10. november kl. 22:37
Aksel ger útlendskt øl dýrari
9. november kl. 23:20
Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj
10. november kl. 13:35
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7. november kl. 12:00
Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum
7. november kl. 19:00
Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya
11. november kl. 13:05
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Mánadagin verður finala á Tórsvølli
45 minuttir síðan
Hondbóltur
European Cup: Neistin tapti við sjey málum
1 tími síðan
Tíðindi
Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu
2 tímar síðan
Hondbóltur
Viborg vann stórsigur í EHF European League
2 tímar síðan
Fótbóltur
Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki
2 tímar síðan
Tíðindi
Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna
3 tímar síðan
Myndasøvn
Myndir: Jólabýurin í SMS
4 tímar síðan
Fótbóltur
Jákup verður á miðvøllinum
4 tímar síðan
Tíðindi
Poul Andrias er rokkstjørnan
4 tímar síðan
Tíðindi
Donsk-føroyska DÓTTIR við seinasta staklagi áðrenn heildarútgávu
5 tímar síðan
Fótbóltur
Tað styttist millum Viljorm og Jóan Símun
6 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Zug hevur eina lítla favorittstøðu móti Neistanum
6 tímar síðan