Meiri enn 1,2 milliónir minni í skatti í Vestmanna

Meðan Kvívík og Sørvágur halda tørn, er skattainntøkan í Vága kommunu fyrra hálvár lækkað meiri enn eina hálva millión, tá sammett verður við sama tíðarskeið í fjør

Fyrra hálvár hevur roynst frægari í Sørvági enn í grannakommununi

Hóast talan er um grannakommunur, so er tað ymiskt, hvussu tað hilnaðist í fyrra hálvári í skattainntøkum, tá ið sammett verður við gongdina fyrra hálvár í fjør.

 

Fyribils uppgerðin hjá TAKS fyri fyrra hálvár vísir, at skattainntøkan hjá Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, var 585.372 krónur lakari fyrra hálvár í ár, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsliga minniinntøkan var 1,29 prosent.

 

Í Sørvágs kommunu var talan um evarska lítla framgongd í skattainntøkuni. Sørvágs kommuna fevnir um bygdirnar Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines. Har runnu 69.373 fleiri skattakrónur í kassan fyrstu seks mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsligi vøksturin var 0,29 prosent.

 

Í Vestmanna kommunu var talan um rættiliga stóra afturgongd í kommunuskattinum fyrra hálvár, tá ið sammett verður við fyrra hálvár í 2020.

 

Skattainntøkan í Vestmanna var 1.262.857 krónur lægri fyrra hálvár í ár, enn hon var tað fyrra hálvár í fjør. Lutfalsliga afturgongdin var 5,18 prosent.

 

Kvívíkar kommuna fevnir um Kvívík, Leynar, Stykkið og Válin. Kvívíkar kommuna fekk 1,73 prosent hægri inntøku fyrra hálvár í 2021 enn sama tíðarskei í 2020. Meirinntøkan var 216.445 krónur.

 

Í Vága kommunu og Sørvágs kommunu eru skattaprosentini tey somu í 2021, sum tey vóru í 2020.

 

Í Vestmanna kommunu er skattaprosentið 0,25 prosent lægri í 2021, enn tað var í 2020.

 

Í Kvívíkar kommunu er skattaprosentið 0,25 prosent hægri í 2021, enn tað var í 2020.

 

 

 

Kvívíkar12.485.58212.702.027216.4451,73
Vestmanna24.380.43023.117.642-1.262.788-5,18
Vága41.507.58940.973.765-533.824-1,29
Sørvágs23.944.45624.013.82969.3730,29

 

 

 

 Kommunuskattur Barnafrádráttur
 2021202020212020
Kvívík21,0020,755.1005.100
Vestmanna21,2521,505.0005.000
Vága22,0022,005.5005.500
Sørvágs21,0021,006.0006.000

Fyrra hálvár hevur roynst frægari í Sørvági enn í grannakommununi