Meiri enn 140 deyð í Irak í dag

Dagurin í dag hevur verið ein av teimum sera blóðugu í Irak. Tað ringasta álopið var seint seinnapartin, tá ein sjálvmorðsbumba drap meiri enn 65 fólk á einum sølutorgi í einum shiamuslimskum býarparti har norðuri í Bagdad.

Fyrr í dag brustu tríggjar bumbur at kalla samstundis í býnum Khalis norðan fyri Bagdad, og sambært myndugleikunum kravdu tær umleið 50 mannalív. Eisini her vóru tey flestu deyðu shiamuslimar.

Fleiri onnur álop hava eisini verið í dag, og tey hava kravt minst 20 mannlív.

Í einum føri vórðu 14 fólk funnin myrd.