Í Bretlandi er løgreglan í ferð við at leggja seinastu hond á kanningarnar av skuldsetingunum ímóti fyrrverandi kringvarpsmanninum Jimmy Savile fyri kynsligan ágang ímóti ungum gentum.
Sambært BBC hevur løgreglan higartil skrásett meiri enn 500 offur, og málð hjá løgregluni er at leggja ta endaligu frágreiðingina fram tíðliga í tí nýggja árinum.
Sum skilst hevur løgreglan ábendingar um, at Jimmy Savile var ikki einsamallur um ágangin. Í sambandi við kanningarnar hevur løgreglan tikið sjey fólk, men eingin er ákærdur.
Jimmy Savile doyði í fjør, 84 ára gamal, og aftaná kom fram, at hann hevði javnan gjørt seg inn á ungar gentur ígjøgnum eitt meiri enn 40 ára langt tíðarskeið.