Tað eru allar orsøkir til heilt gott lag í EBS/Skála leguni í kvøld. Fyri tveimum mánaðum síðani vunnu tær steypafinaluna, og nú er meiri gull á stokkinum.
Við 1-0 heimasigri ímóti fremsta avbjóðaranum, KÍ, hevur EBS/Skála tikið risa fet fram ímóti FM heitið. Í fjør vann EBS/Skála FM heitið, og undan síðsta umfari, sum verður leygardagin, tá ið FM favorittarnir fara at spæla á Svangaskarði, er tað mest sum avgjørt, at tað aftur í ár verður EBS/Skála, sum verður meistari.
Støðan undan síðsta umfari er, at EBS/Skála hevur 47 stig og málmunin +59. HB og KÍ hava 44 stig. Málmunurin hjá HB er +55, og hjá KÍ er hann +38.
Leygardagin hittast KÍ og HB í Klaksvík. Tey fara at kappast um silvurkrónurnar.
EBS/Skála skal spæla á Svangaskarði ímóti B68, sum higartil bara hevur vunnið ein dyst. EBS/Skála hevur vunnið tríggjar ferðir ímóti B68 fyrr í ár. Sigrarnir hava verið so sannførandi sum 8-1 og 4-1 á heimavølli og 8-2 á útivølli.
-Vit eru ikki meistarar enn. Tað er eitt umfar eftir, og kappingin verður avgjørd leygardagin. Eg eri sera fegin og stoltur av spælarunum, sum vístu framúr hugburð og avrik í dag, segði venjarin hjá EBS/Skála Mathias Davidsen.
Í kvøld var talan um sera tætta og spennandi uppgerð. Avgerandi málið skoraði Margunn Lindholm í seinna hálvleiki, tá ið hon við rimmar skoti út 25 metrum sendi bóltin dygst undir samankomingini.
HB vann 5-3 á útivølli ímóti ÍF/Víkingi.
Klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av B68.