Havnarbáturin fekk í posa og sekk. Undan Ólavsøkuni vóru treytirnar soleiðis, at um tað eydnaðist teimum at vinna, so vóru teir meistarar uttan mun til, hvussu tað hilnaðist hjá nólsoyingum og øllum hinum.
Havnarbáturin syrgdi fyri sær sjálvum. Teir vunnu ársins síðsta kappróður, og harvið vunnu teir FM heitið, sum Havnarbáturin hevur vunnið fleiri ferðir enn nakar annar kappróðrarbátur ? í øllum seks kappingunum. Havnarbátinum verður ynskt hjartaliga tillukku við óføra avrikinum.
Tað hevur verið kappast um FM í kappróðri eftir galdandi skipan síðani í 1973. Havnarbáturin var meistari sjey tær fyrstu ferðirnar. Tá ið teir mikudagin tryggjaðu sær FM heitið var tað tólvta ferðin, at Havnarbáturin vann FM. Meistaraskapin hava teir vunnið í 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978, 1979, 1990, 1991, 1996, 2001 og so aftur í 2004.
Sjálvandi vóru nólsoyingar vónbrotnir, tá ið teir eftir róðurin hingu niður á árarnar. Teir høvdu ikki tikið av, tá ið teir sjálvir høvdu syrgt fyri møguleikanum at ogna sær fyrsta FM heitið í fimtan ár. Nólsoyingurin hevur ikki vunnið FM síðani í 1989.
Men tað stemmaði ikki hjá Nólsoyinginum hesa ferð. Sum fleiri aðrar ferðir fyrr í ár, so var starturin hjá teimum ikki góður. Tað vísti seg í síðsta enda at kosta alt á stutta róðrarteininum. Nólsoyingurin var leingi á fjórða plássinum. Framvið Molanum royndu teir at gera fleiri royndir at taka tað, sum teir á fyrra partinum av róðrarteininum høvdu mist, aftur. Tað eydnaðist teimum at vinna seg fram á triðja plássið, men teir vunnu seg ongantíð fram á fremsta og næstfremsta plássið.
Tapararnir
Nólsoyingarnir kendu seg sum stóru tapararnir, og silvurmerkini í FM kappingini og bronsumerkini í ólavsøkuróðrinum vigaðu sjálvandi lítið og einki ? í hvussu so er ikki beinanvegin eftir róðurin. Men nólsoyingar kunnu líta aftur á eitt róðrarár, har teir avgjørt hava verið við til at sett dám á framúr spennandi kapping.
Tá ið 10-mannaførini róðu framvið Molanum var sjón fyri søgn, hvørjir tapararnir hava verið í hesum róðrarárinum. Vestmenningur, sum undan Ólavsøkuni var manningarliga illa fyri, gav skjótt skarvin yvir. Hjá teimum hevur hetta kappingarárið hilnast soleiðis, sum teir høvdu vónað.
Eysturoyingurin og Hoyvíkingurin fingu brúkiligan start. Hoyvíkingurin hekk leingi uppií, men so mistu teir. Eysturoyingarnir vóru treiskir, og teir vóru akkurát ov stuttir í kappingini við Nólsoyingin um bronsuplássið.
Vónbrotið hjá eysturoyingunum kendist ivaleyst serliga meint. Undan Ólavsøkuni vóru tað bara Eysturoyingurin og Havnarbáturin, sum fýra ferðir áður høvdu tikið ímóti ferðasteypinum hjá Fiskasøluni. Nú sóu teir á Eysturoyingi havnarmenninar fara við ferðasteypinum fyri fimtu ferð. Harvið vann Havnarbáturin ferðasteypið til ognar.
Kanska kendi eingin seg sum so stórar taparar, sum teir umborð á Vágbingi mundu gera tað. Frá startskotinum og til einar tíggju metrar frá málstrikuni vóru teir fremstir. Onkra lítla løtu framvið Molanum legði Havnarbáturin upp á síðuna av teimum. Tá kundi tað kanska tóktst sum um, at krútið var uppi. Men so mentu vágbingarnir seg upp og svaraðu aftur og aftur. 25 metrar úr málinum vóru teir kanska hálvan skut fremstir, men teir hildu ikki tørn.
Tá ið sigurin er so mikið tætt undir borðinum og kortini gleppur av hondum, so er einki at siga til, at vónbrotið kennist serliga meint. Men avrikið hjá Vágbingi hesa ferð var staðfesting av, at tað ikki var tilvild, tá ið teir fyrr í summar vunnu í heimasjógvi á Vágsfirði.
Vinnararnir
Manningin umborð á Havnarbátinum hevði fyrireikað seg so væl, sum tað bar teimum til. Um tað hevði nakran týdning, fer tað ivaleyst at verða tosað nógv og leingi um. Men tað er ein veruleiki, at Havnarbáturin vandi týskvøldið ella tveir og tríggjar dagar eftir, at allir hinir bátarnir fyri síðstu ferð í ár vóru drignir í neystið ella settir á lunnin.
Havnarbáturin fylgdi Vágbinginum, og framvið Molanum høvdu teir orku og styrki til fleiri ferðir at bjóða vágbingum av. Um Havnarbáturin skuldi gerast meistari, so var neyðugt hjá teimum at vinna ella at enda tvey pláss frammanfyri Nólsoyingin. Seinna møguleikanum hevði tað verið ov vandamikið at dúva uppá. Tað vistu havnarmenn. Eftir fleiri miseydnaðar royndir at taka Vágbingin høvdu teir 10-15 metrar úr málinum kropsligt og ikki minst sinniligt yvirskot at gera enn eina roynd, og teir megnaðu at taka Vágbingin. Havnarbáturin vann ólavsøkuróðurin og FM kappingina, og avrikið hesa ferð vísti, at teir eru verdugir vinnarar og meistarar.