Eitt hátrýst mennist mikudagin yvir bretsku oyggjunum og fer spakuliga í ein landsynning. Hósdagin nærkast brúgvaløg við regni og vindi og seint hósdagin og fríggjanáttina koma tey inn yvir Føroyar av útsynningi. Komandi dagarnar heldur óstøðuga veðrið fram, meðan brúgvaløgini fara framvið.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og tað klárar í og sólglottar og hitin um dagin millum 2 og 5 stig. Í kvøld og í nátt andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Turt og klárt og hitin millum 1 og 6 stig.
Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av og á. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í. Hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið ella náttina øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrieð av úsynningi, 13 til 18 m/s. Tað klárar í, men yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.
Leygardagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, sum snarar í ein útsynning, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seinni klárar í vestanfyri. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvu turt og hitin millum 5 og 9 stg. Um náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, snarar síðani í ein vestan og øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.