Eftir at vit skrivaðu greinina í gjárkvøldið, hvørs Finnur Justinussen skuldi skrásetast fyri fyrsta málið hjá Víkingi móti NSÍ, ella um málið skuldi skrásetast sum sjálvmál av Einar Tróndargjógv, høvdu vit eina atkvøðugreiðslu á facebook á bólkinum "Fótbóltskjak".
Les eisini: Skal Finnur hava fyrsta málið?
96 fótbóltsáhugaðir føroyingar atkvøddu og ein greiður meiriluti helt, at Finnur Justinussen skuldi skrásetast fyri fyrsta málið hjá Víkingi móti NSÍ. Tað vóru 68, ið atkvøddu at Finnur Justinussen skuldi skrásetast fyri málið, ið svarar til 70,3% av teimum spurdu.
Talið var uppaftur hægri, áðrenn NSÍ verjuleikarin, Jens Joensen, kom við eini viðmerking. Jens Joensen segði.
- Eg stóð 4 metur frá málinum og hevði perfektan vinkul til Finnur, bólt og málið. Eg tvíhaldi, at bólturin ikki hevði farið í málið, um hann ikki tók í Einar Tróndargjógv á veg inn.
28 av teimum spurdu, søgdu at tað var ein røtt avgerð av dómarinum at skráseta málið sum sjálvmál. Tað svarar til 29,7% av teimum spurdu.
Finnur Justinussen segði hinvegin í samrøðu við Trónd Arge á Rás 2 aftaná dystin, at bólturin hevði kós móti málinum, aftaná at hann setti høvdið á hann.
Tað skal sigast, at tað er ringt at meta útfrá sjónbandaupptøkunum um bólturin hevði farið í málið, um hann ikki hevði rakt Einar Tróndargjógv á veg í málið.
Dysturin millum Víking og NSÍ endaði við einum greiðum 3-0 sigri til Vìking.