Ein lítil meiriluti upp á 46 prosent av dønum heldur, at drotningin eigur at abdisera nú ella í seinasta lagi um tíggju ár.
Tað vísir ein meiningakanning, sum Capaent hevur gjørt fyri Danmarks Radio í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá drotning Margrethu og dokumentarrøðina Kongehuset Indefra hjá DR.
Úrskitið vísir, at meðan 46 prosent halda, at hon eigur at taka seg aftur sum skjótast ella innan rímiliga tíð, halda 38 prosent at drotningin eigur at verða sitandi. Hini 16 prosentini ivast.
Um tey ivandi ikki verða tald við, halda 55 prosent at drotningin eigur at abdisera innan 10 ár, meðan 45 prosent halda at hon skal verða sitandi.
Drotning Margrethe er tó ikki samd. Í dokumentarrøðini Kongehuset Indefra sigur Hennara Hátign, at hon ongar ætlanir hevur um at abdisera.
- Siðvenjan í Danmark er jú tann, at uppgávuna sum landsins yvirhøvd, drotning í mínum føri, hevur mann fyri lívið. Tá tann tíðin kemur, fer Frederik jú at taka við. Júst sum eg í sínari tíð, tá pápi mín doyði, gjørdist drotning, so verður hann kongur. Og tað er soleiðis , at vit ímynda okkum, at tað verður, sigur hon.