Við 17 atkvøðum ímóti 16 samtykti Løgtingið at skarva 20 prosent av fiskidøgunum Løgtingið samtykti seinnapartin uppskotið hjá einum minniluta í vinnunevndini at skerja fiskidagatalið 20 prosent.
Minnilutin, sum legði tað uppskotið fram, var Páll á Reynatúgvu og Heioni O., Heinesen úr Tjóðveldi. Tá atkvøtt varð, atkvøddu 17 tingmenn fyri skerjingini, meðan 16 atkvøddu ímóti.
Sjálvsstýrisflokkurin var í tvíningum í hesum málinum, tí Kári á Rógvi atkvøddi fyri 20 prosentum, meðan Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti.
Uppskotið um fiskidagarnar skal hava eina viðgerð afturat. Hon verður ætlandi fríggjadagin.