Landsverk hevur lagt eini tíðindi út, har teir greiða frá – út frá teirra sjónarhorni – hví H-bygningurin nú er vorðin so nóg dýrari í mun til játtanina.
Teir siga, at sjúkrahús, sum verða bygd í dag, als ikki kunnu sammetast tøkniliga við tey, sum vóru bygd fyri 10 árum síðani.
– Viðvirkandi til meirkostnaðin er eisini, at tað í alt ov lítlan mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum í verklagslógini. Í útgangsstøðinum hava hesar einki við sjálvan H-bygningin at gera, men eru ein fortreyt fyri at fáa nýtsluloyvið til bygningin frá kommunala myndugleikanum, skrivar Landsverk.
Seinastu framrokningarnar av samlaða kostnaðinum fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum vísa, at væntaði meirkostnaðurin verður stívar 152 mió. krónur. Hetta er komið fram í sambandi við drúgva kanningararbeiðið av verkætlanini, sum Landsverk setti í verk um ársskiftið, og sum nú er liðugt.
– Heildarætlanin fyri útbygging og dagføring av Landssjúkrahúsinum hevur nógv ár á baki. Játtanin til H-bygningin stavar heilt afturi frá 2009, og í hesum tíðarskeiði er nógv hent. Sjúkrahúsbygging er torgreidd og undir leypandi broytingum, eins og krøvini til tøkni alsamt økjast. Alt hetta er við til at dýrka verkætlanina, skrivar Landsverk.
Somuleiðis gera onnur viðurskifti seg galdandi, sum eitt nú ov lág kostnaðarmeting frá byrjan, undirmettir ráðgevarakostnaðir og eyka krøv frá bygginevndini. Eisini líður verkætlanin undir, at ein játtan í 2016 lá heilar 38,5 mió. krónur frá tí veruliga fíggjartrørvinum tá, skrivar Landsverk.
Ein onnur týðandi orsøk til meirkostnaðin er, at tað ikki í nóg stóran mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum. Eitt nú loysnir av logistiskum avbjóðingum í B-bygninginum, sambinding við H-bygningin og umbygging í hesum sambandi, niðurtøka av C- og E-bygningunum, nýgerð av parkeringsplássum, innrætting av parkeringskjallara og goymslu, flyting og samskipan av funktiónum úr A- og B-bygningunum yvir í H-bygningin, reinsiverk, neyðstreymsverk, kt-trygdarrúm og skelting bæði uttanhýsis og innanhýsis, skrivar Landsverk.
– Tá ið alt hetta so er sagt, eru eisini menniskjanslig mistøk gjørd, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Eitt nú vantandi fíggjarligt yvirlit, skrivar Landsverk.
Tá ræður um fermetraprís, liggur kostnaðurin av H-bygninginum við avleiddum verkætlanum í løtuni á sløkum 38.000 krónum. Til samanberingar kann nevnast, at G-bygningurin kostaði slakar 32.000 krónur fermeturin, tá hann stóð liðugur í 2004. Umroknað til dagsprís hevði kostnaðurin fyri G-bygningin verið umleið 41.000 krónur fermeturin, skrivar Landsverk.